
Á aðalfundi hjá Neistanum í kvøld varð nýggj nevnd vald.
Helena Dam á Neystabø og Liljan Weihe halda fram í nevndini og nýggju nevndarlimirnir eru Annika Østerø, Henny á Líknagøtu, Óli Jákup Jacobsen og Pætur Jakobsen.
Nýggja nevndin ynskir at halda fram við at byggja á tað góða grundarlagið, sum lagt er í hondbóltsfelagnum gjøgnum mong ár.
Fríði Magnussen, formaður, Sylvia Berg Johansen og Harald Joensen takkaðu fyri seg í nevndini.
Neistin er størsta hondbóltsfelag í landinum við 543 skrásettum limum.
Nýggja nevndin skipaði seg eftir aðalfundin. Nýggja forkvinnan er Helena Dam á Neystabø, Pætur Jakobsen er næstformaður, Óli Jákup Jacobsen er kassameistari, Liljan Weihe er skrivari og nevndarlimir eru Annika Østerø og Henny á Líknargøtu. Tiltakslimir eru Marjun Danberg og Tróndur Kragesteen.
Nevndin vil áhaldandi leggja dent á, at Neistin framhaldandi skal vera eitt væl skipað felag við góðum venjingarumstøðum og góðum møguleikum fyri bæði breiddarvenjing og úrvalsmenning – og vera eitt felag, sum røkkur frá minstu børnunum, til ungdómin og tey vaksnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald