Hondbóltur

Helgi aftur á vøllinum um seks vikur

Helgi Hildarson Hoydal fekk meniskin tiknan burtur í dag.

Helgi Hildarson Hoydal (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Helgi Hildarson Hoydal (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-18 14:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Helgi Hildarson Hoydal verður aftur á vøllinum um seks vikur. Hetta skrivar felag hansara, Viking Håndball, á Facebook.

Helgi fekk ilt í knæði undir landsdysti móti Grønlandi um vikuskiftið. Hálvi meniskurin skrædnaði, og óttast varð, at hann fór at verða úti restina av kappingarárinum.

Men Helgi hevur verið undir skurði nú, og avgjørt var at taka tað, sum eftir var av meniskinum. Hetta merkir, at hann einans verður úti í áleið seks vikur.

Helgi hevur skrætt meniskin tvær ferðir tey seinastu tvey árini, áðrenn hann nú skræddi hann fyri triðju ferð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder