Hondbóltur

Helgi heldur fram í Stavanger

Strikuleikarin spælir eisini í føroyingafelagnum komandi kappingarár.

Helgi Hoydal heldur fram í myrkabláum komandi kappingarár
(Mynd: Viking Håndball)

Helgi Hoydal heldur fram í myrkabláum komandi kappingarár (Mynd: Viking Håndball)

2019-04-03 16:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 Seinnapartin hevur Viking Stavanger boðað frá, at ein av lyklaleikarum hevur skrivað undir nýggjan sáttmála. Talan er um føroyingin, Helga Hildarsson Hoydal. 

Felagið lýsir hoyvíkingin sum ein rættan víking; ein sum tú vilt hava við tær út í kríggj. Venjarin Joar Gjerde fegnast eisini nógv um, at Helgi verður partur av hópinum komandi kappingarár: 

"Ein umráðandi undirskrift at fáa uppá pláss - Hann krevur nógv av sær sjálvum og teimum rundanum seg, og tá Helgi er á vøllinum so fær man altíð ein 100 % innsats"

Helgi sigur sjálvur, at hann trívist sera væl í Stavanger, og hann sær stórar møguleikar í hesum liðnum. 

Landsliðsleikarin hevði trupulleikar við knænum í farna kappingarárið, har hann fekk tikið meniskin. Hann er nú komin fyri sær, og er úttikin til landsdystirnar móti Ukreina. 

Kjartan Johansen longdi fyri stuttum við Viking Stavanger, og Jónas G. Djurhuus kom til felagið í januar. Føroyingarnir skulu komandi kappingarár verða við at fáa liðið upp í bestu norsku deildina.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder