Fótbóltur

Helgi partur av EM-hópinum kortini

Smáskaðar gera um seg í hópinum, og venjararnir binda um heilan fingur.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-27 11:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Helgi Hildarson Hoydal verður partur av EM-hópinum, sum skal til Berlin í januar. Helgi er innkallaður, og verða tað sostatt 19 mans, sum fara avstað til Týsklands.

Smáskaðar gera um seg í hópinum, og ynskja venjararnir at binda um heilan fingur. Helgi er tískil innkallaður.

Helgi breyt albogan í heyst, men er komin fyri seg og spældi hann tveir dystir fyri Kristiansand fyri jólasteðgin. Peter Krogh og Óli Mittún hava báðir verið óhepnir og hava beklað í teirra seinasta dysti, men verða teir vónandi klárir til dystirnar í januar.

Føroyski hópurin sær tískil soleiðis út:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Av hesum 19 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.

Føroyski hópurin venur í dag og í morgin á Eiði og møtist síðani aftur til venjingar 1. januar. Fyrireikingardystir verða móti Belgia fríggjadagin 5. januar og leygardagin 6. januar í Høllini á Hálsi, báðar dagarnar kl. 19.30. Atgongumerki til hesar dystirnar fáast á atgongumerki.fo.

Týsdagin 9. jan. ferðast liðið til Berlin, hareftir leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Hósdagin 11. jan kl. 17.00 Slovenia – Føroyar
Leygardagain 13. jan kl. 19.30 Føroyar – Noreg
Mánadagin 15. jan kl. 17.00 Pólland – Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder