Besti føroyski telvarin, stórmeistarin Helgi Dam Ziska, skuldi í hesum døgum verið staddur í russiska býnum Sochi við Svartahavið, har stóra World Cup talvkappingin júst er byrjað.
World Cup er ein stór steypakapping, í ár við 206 luttakarum, sum varðir í næstan ein mánaða, men har bara vinnararnir sleppa víðari til næsta umfar. Í ár er eisini ein kapping fyri kvinnur, her eru 103 luttakarar við.
Fyrsta umfar er ikki liðugt enn. Spælararnir telva tvey talv, vinna teir hvørsítt, telva teir eitt triðja og avgerandi.
Um tú hyggur eftir úrslitalistanum og leitar eftir Helga Dam Ziska, ið trekti amerikanska stórmeistaran Elshan Moradiabadi í fyrsta umfari, so sæst, at amerikanarin vann bæði talvini og er komin víðari til annað umfar, har hann skal møta Maxime Vachier-Lagrave úr Fraklandi, sum er millum heimsins allarsterkastu telvarar.
Men talvini vórðu ongantíð telvað. Moradiabadi vann uttan at telva.
- Nei, eg avlýsti túrin til Sochi vegna koronustøðuna í Russlandi, sigur føroyski stórmeistarin í dag.
Kappingin eru yvir átta umfør, har teir telvarar, ið eru styrkismettir millum 50 teir bestu, koma beint inn í annað umfar. Teir báðir spælararnir, sum spæla seg fram í finaluna, koma við í sonevndu kandidat-kappingina komandi ár um rættin at kappast um heimsmeistaraheitið móti tásitandi heimsmeistaranum.
Sitandi heimsmeistarin, Magnus Carlsen úr Noregi, er við í kappingini í Sochi. Men Ian Neopmniachtchi úr Russlandi, sum skal kappast um HM móti Carlsen í vetur, er ikki við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald