Í FM-snarkappingini fyrraddagin vann Helgi við fullum stigatali - 11/11. Honum næstir vóru brøðurnir Rógvi Egilstoft og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen. Teir fingu 9½ stig hvør. Báðir taptu fyri Helga, og telvaðu javnt sínamillum. Hini níggju umførini vunnu teir alt.
Í kvikkappingini í gjár var Helgi aftur í flokki fyri seg. Níggju umfør vóru, og Helgi vann við 8½ stigi. Móti Herluf Hansen var remis, hini átta vann hann. Rógvi Egilstoft var aftur nummar tvey. Hann fekk sjey stig. Umframt ósigurin í innanhýsis talvinum fyri Helga, tapti hann eisini fyri Martini Poulsen.
Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen var ikki við í kvikkappingini í gjár - hann var upptikin av fótbólti.
Kappingarnar um vikuskiftið skuldu upprunaliga vera í 2021, men vórðu útsettar vegna korona. FM-kappingarnar fyri í ár verða seinni.
Havnar Telvingarfelag skipaði fyri kappingunum í egnum hølum í Finsen.
Í snarkappingini høvdu telvarar tríggjar minuttir hvør til talvið umframt tvey sekund fyri hvønn leikin. Í kvikkappingini høvdu telvararnir tíggju minuttir hvør til talvið umframt fimm sekund fyri hvønn leikin.
FM-snar (43 telvarar - ellivu umfør)
1. Helgi Dam Ziska, HT 11 stig
2. Rógvi Egilstoft, ST 9½
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 9½
4. Martin Poulsen, HT 7½
5. Finnbjørn Vang, KTF 7
Luitjen A. Apol, HT 7
Silas Eyðsteinsson, ST 7
FM-kvik (36 telvarar - níggju umfør)
1. Helgi Dam Ziska, HT 8½
2. Rógvi Egilstoft, ST 7
3. Heðin Gregersen, KTF 6
4. Jón í Horni Nielsen, ST 6
5. Martin Poulsen, HT 6
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald