Um góðar tveir mánaðar fer bólturin aftur á rull í Betri Deildini hjá monnum, og skráin fyri alla kappingina er nú løgd.
Heimasíðan hjá FSF skrivar, at aftur í ár verður talan um eina drúgva kapping í Betri Deildini hjá monnum. Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 10. mars. og ikki fyrr enn 26. oktober verður FM-steypið handað. Fimmtan umfør eru á skránni, áðrenn kapppingin fer í summarsteðg sunnudagin 30. juni.
Dagin fyri ólavsøkuaftan verður lagt til brots aftur, tá 16. umfar verður spælt. Ólavsøkudystirnir í ár verða AB – EB/Streymur, B36 – Víkingur og HB – TB. Hinir báðir dystirnir í 16. umfari eru Skála – ÍF og NSÍ – KÍ.
Landskappingin í Betri Deildini hjá monnum endar leygardagin 26. oktober, og tá verður spælt soleiðis: Skála – EB/Streymur, AB – HB, TB – Víkingur, B36 – KÍ og NSÍ – ÍF.
Heili 10 undankappingardystir hjá A-landsliðnum eru á skránni í ár, og tað er við til at gera, at kappingin verður long. Enn er torført at siga so nógv um liðini, men tað er áhugavert at føroyameistararnir hava ein trupla byrjan á pappírinum. HB skal fyrstu fýra umførini spæla ímóti hinum liðunum, ið hava myndað topp-fýra seinastu fýra árini: KÍ, NSÍ, Víking og B36
Øll skráin fyri Betri Deildina 2019 hjá monnum sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald