Lutakast til fyrsta stig í evropeisku undankappignini til HM í Egyptaland í 2021 hevur júst verið í Wien.
Føroyar vóru í mittasta styrkisbólki og endaðu í bólk 1. Talan var um eitt hampiligt lutakast á pappírinum. Mótsstøðuliðini eru ikki fastur partur av endaspølum, men Slovakia hevur tó verið nakrar ferðir í hesari øldini, og má metast sum eitt sterkt lið úr mittasta styrkibólkinum. Tað eru tó sjey ár síðani seinast, at Slovakia var við til eitt endaspæl.
Bert liðið ið vinnur bólkin kemur víðari, og síðani skal spælast ímóti størri hondbóltstjóðum.
Bólkur 1:
Litava
Slovakia
Føroyar
Luksemborg
Bólkur 2:
Ísrael
Grikkaland
Finnland
Kýpros
Bólkur 3:
Italia
Rumenia
Kosovo
Georgia
Bólkur 4:
Turkaland
Belgia
Estland
Dystirnir verða í útgangsstøðinum leiktir soleiðis, at ein heima- og útidystur er ímóti hvørjum, har fyrsta umfar við tveimum dystum er seinast í oktober í ár, og hini bæði eru tíðliga í januar í 2020. Men sambært Hondbóltssambandinum verður nú eftir lutakastið arbeitt við, at fáa samlað dystirnar soleiðis at allir verða leiktir á einum staði yvir nakrar dagar. Í tí førinum spæla liðini eina ferð ímóti hvørjum øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald