Fótbóltur

Her er byrjunaruppstillingin hjá B36 í Belfast

Liðið er næstan sama sum í seinasta dysti í Betrideildini - Stefan Radosavljevic er á bonkinum, og kann fáa sín fyrsta fyri B36. Eingin almenn stroyming er av dystinum.

Hans Jørgensen byrjar í málinum hjá B36 í kvøld - Mynd: Ólavur Frederiksen

Hans Jørgensen byrjar í málinum hjá B36 í kvøld - Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-07-11 17:25 Author image
Agnar Prestá

Klokkan 18.00 føroyska tíð fer fyrsti evropeiski dysturin hjá B36 í ár í gongd. Hann er á Seaview Stadium í norðurírska høvuðstaðnum. Crusaders er favoriuttr, men í B36 eru vónirnar góðar, og í fjør kom ártalsfelagið víðari úr júst 1. umfari í Europa League.

Les eisini: 
Møguleikin er har hjá B36 og KÍ
Erling Dávidsson: Motivatiónin er altíð at spæla seg víðari


Jákup á Borg hevur sett liðið, og tað er næstan júst tað sama sum í 1-1 javnleikinum ímóti NSÍ 22. juni - B36 hevur ikki spælt ein dyst síðani. Broytingin er í málinum, har Hans Jørgensen avloysir Símun Rógva Hansen. Símun Rógvi hevur annars leikt tveir teir seinastu dystirnar, eftir at ársins málverji í 2017 er komin aftur eftir álvarsaman skaða. 

B36: Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Erling Dávidsson, Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Lukasz Cieslewicz, Benjamin Heinesen - Michal Przybylski

Á bonkinum er tað áhugavert, at Hannes Agnarsson er við. Spennandi álopskendi leikarin er nógv skaðaplágaður og hevur bert leikt 10 minuttir á besta liðnum í ár. Við hansara dygdum kann hann koma inn og gera mun í einum slíkum dysti, og tað kann Stefan Radosavljevic eisini. 18-ára gamli tvørmaðurin er nýggjur í B36 hópinum. Brian Jacobsen kann eisini koma inn og fáa sín fyrsta evropeiska dyst.

Bonkurin: Símun Rógvi Hansen, Bjarni Petersen, Stefan Radosavljevic, Hannes Agnarsson, Brian Jacobsen, Hugin Samuelsen og Gilli Samuelsen

Eingin almenn stroyming er av dystinum, men til ber helst at finna hann onkustaðni á netinum. Annars ber til til at fylgja støðuni á forsíðu okkara, og í fleiri smálutum á heimasíðuni hjá UEFA.

Europa League 1. umfar, fyrri dysturin
11.07 - Seaview Stadium, Belfast
(18.00): Crusaders FC - B36 

Vit dagføra støðuna í dystinum á forsíðu okkara

placeholder
placeholder