Fótbóltur

Møguleikin er har hjá B36 og KÍ

Fyri føroysku liðini í Europa League snýr tað seg í kvøld um at skaffa sær eitt brúkiligt útgangsstøði til dystirnar í Føroyum í komandi viku.

(Magnus Holm Jacobsen her í luftdysti ímóti Titograd Gundadali í fjør. Í kvøld skulu hann og liðfelagirnir stríðast í Belfast og royna at taka fyrsta stigið til at koma víðari úr 1. umfari aftur - Mynd: Sverri Egholm)

(Magnus Holm Jacobsen her í luftdysti ímóti Titograd Gundadali í fjør. Í kvøld skulu hann og liðfelagirnir stríðast í Belfast og royna at taka fyrsta stigið til at koma víðari úr 1. umfari aftur - Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-11 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld skulu B36 og KÍ royna at fáa góð úrslit í ávíkavist Norðurírlandi og Litava. B36 er í Belfast, har norðurírsku steypavinnararnir Crusaders taka ímóti, og KÍ skal aftur í ár spæla á tjóðarleikvøllinum í Vlinius; hesaferð ímóti tí á pappírinum triðbesta liðnum í Litava.

Les eisini: Fyrru uppgávurnar eru í Norðurírlandi og Litava

KÍ kom til 1. umfar í Europa League við at vinna 9-1 samanlagt á Tre Fiori úr San Marino. B36 byrjar, í mun til í fjør, í 1. umfari orsakað av, at liðið gjørdist steypavinnarar í fjør. Serliga B36 fekk eitt lutakast, og á pappírinum hava liðini realistiskan møguleika, hóast bæði eru undirtippaði. Í báðum legunum hava teir fyrireika seg væl og trúgva veruliga uppá tað. 

Les eisini: Erling Dávidsson: Motivatiónin er altíð at spæla seg víðari
                 Jóannes Bjartalíð: Vit trúgva uppá at koma víðari einaferð afturat

Av veddingarfyritøkunum verður mett, at KÍ hevur eitt lítið sindur betri møguleika í kvøld og samanlagt. Ein sigur til klaksvíkingar í Vilnius gevur pengarnar nakað undir fimm ferðir aftur hjá teimum flestu, meðan ein sigur til Riterai hevur odds áleið 1,70. Í Norðurírlandi er ein heimasigur til odds áleið 1,60, og ein sigur til B36 liggur ímillum 5.00 og 5.50. 

[object Object](Páll Klettskarð, Deni Pavlovic og hinir í bláum og hvítum skulu í kvøld aftur spæla á LFF leikvøllinum í Vilnius - Mynd: Sverri Egholm)

Innsatsurin skal vera har, og dirvi til at spæla og disiplinin skal vera í ordan. Í slíkum evropeiskum dystum hava føroysku liðini sjálvdan ráð til grundleggjandi mistøk, og fyri KÍ og B36 hevur tað alt at siga, at uppgerðin livir eftir dystirnar í kvøld. Hvørgan av liðunum fær trupulleikar av nógvum hita í kvøld - bæði í Vilnius og í Zalgiris fer hann at liggja líka undir 20 hitastig - áleið 18.  

Europa League 1. umfar, fyrru dystirnir
(17.30): FK Riterai - KÍ - Stroyming: Her
(18.00): Crusaders FC - B36 - Stroyming: Leinkja verður tøk seinni
*(Tíðirnar eru føroyskar)

Vit dagføra støðuna í báðum dystunum á forsíðu okkara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder