Fótbóltur

Her er Champions League-liðið hjá KÍ

Børge Petersen byrjar fyri fyrstu ferð inni í einum evropeiskum dysti, sum ein av trimum miðverjum. KÍ spælir uttan ein veruligan áleypara.

Børge Petersen hevur spælt nógvar U-landsdystir men bert ein evropeiskan dyst fyri barndómsfelagið (Mynd: Sverri Egholm)

Børge Petersen hevur spælt nógvar U-landsdystir men bert ein evropeiskan dyst fyri barndómsfelagið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-11 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein tíma, klokkan 19.45, er fyrsta bríksl við Djúpumýrar í Champions League-dystinum millum KÍ og Fercenvárosi.

Nú er endaliga greitt, hvussu KÍ stillar upp. Magne Hoseth hevur valt somu leikskipan, ið liðið hevur brúkt seinastu dystirnar: 5-2-3/3-4-3

Odmar Færø hevur leikbann, og Páll Andrasson Klettskarð er skaddur. Mads Boe Mikkelsen og Jóannes Kalsø Danielsen eru aftur frá skaða men byrja á bonkinum. Hallur Hansson og Sivert Gussiås eru eisini millum teir á bonkinum, umframt nógvir ungir klaksvíkingar.

[object Object]
Mads Boe Mikkelsen hevur ikki spælt í meira enn ein mánaða. Miðvallarin er á bonkinum frá byrjan í dag (Mynd: Sverri Egholm) 

Sviin Nils Jonatan Johansson, sum fyri stuttum kom til landið, og sum ikki hevur staðið nógv í mál seinastu árini, skal veruliga royna seg sum aftasti skansi. Heini Vatnsdal hevur unga klaksvíkingin Børga Petersen og roynda norðmannin Vegard Forren undir liðuni á sær. Royndir spælarar eru á øllum honum plássunum - tó er fremsti maður ein miðvallari, Luc Kassi.

KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - René Shaki Joensen, Børge Petersen, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Partick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Palvovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg – Luc Kassi

[object Object]
Mynd: UEFA

Dysturin verður vístur í Kringvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder