
Um eina løtu skulu Víkingur og HJK Helsinki dystast í fyrsta undanumfarið í Champions League.
HJK Helsinki er í favorittleiklutinum, men Vìkingur hevur seianstu árini spælt seg víðari fýra ferðir í evropeiskum kappingum, og í fjør eyndaðist tað millum annað at koma til 2.undanumfar í Champions League.
Hesir byrja fyri Víking á Svangaskraði í kvøld(4-4-1-1 leikskipan):
Elias Rasmussen - Elias Lervig, Atli Gregersen(L), Adrian Cascaval, Hanus Jacobsen - Heðin Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Gunnar Vatnhamar, Filip Djordjevic - Sølvi Vatnhamar - Adeshina Lawal
Á bonkinum hjá Víkingi er millum annað ein leikari, ið fyri stuttum er komin til felagið:
Bárður á Reynatrøð, Dennis Nieblas Moreno, Karl Løkin, Hans Jákup Lervig, Hjalti Strømsten, Pól Enok Hansen, Tonni J. Thomsen
Andreas Lava Olsen hevur leikbann.
Tað er ókeypis atgongd til dystin á Svangaskarði. Dysturin kann stroymast; sí leinkju á forsíðuni hjá okkum.
Vit hava myndir frá dystinum, dystarfrásøgn og samrøður eftir dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald