
Tá kvinnu- og manslandsliðið fara til endaspæl í ávikavist november og í januar verður tað í nýggjum búna.
Nýggju landsliðsblusurnar vórðu avdúkaðar á tiltaki við Tjarnir í Hoyvíkshaganum fyrrapartin.
Íblásturin kemur frá landsliðsblusuni í 1986 og tískil vóru eisini fleiri landsliðsleikarar frá manslandsliðnum í 1986 og kvinnulandsliðnum í 1980 til staðar. Gamli búnin varð funnin fram og myndir og blaðsíður vórðu hongdar upp á veggin.
Eisini varð greitt frá nýggja samstarvinum við Navia, sum saman við HSF hevur framleitt og sniðgivið eina hondbóltstroyggju.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald