Fótbóltur

Her er seinasta føroyska byrjanaruppstillingin í 2023

Spæla við fýra í verjuni í Albania men Gunnar Vatnhamar fellir aftur til tíðir. Brandur Hendriksson fær øðrvísi leiklut á miðvøllinum, nú René Shaki verður ein av teimum sentralu.

Andrias Edmundsson byrjar inni í miðverjuni triðja dystin á rað (Mynd: Sverri Egholm)

Andrias Edmundsson byrjar inni í miðverjuni triðja dystin á rað (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-20 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tirana, Albania (Portalurin) - Føroyska manslandsliðið spælir í kvøld ársins seinasta dyst. Hann er her í albanska høvuðsstaðnum, har veitslulag er, í samband við at Albania hevur spælt seg til EM-endaspælið næsta ár. 

Føroyar hava bert eitt stig fyri sjey dystir, og harvið er tað toppur móti botni í bólkinum. Heimaliðið er greiður favorittur, og Albania vann eisini 3-1 á Tórsvølli í juni.

Føroyska liðið hevur ikki skorað síðani, og hóast man hevur avrikað væl í verjustøðu í Póllandi og Kekkia í heyst, so verður leitað eftir tí heilt stóra avrikinum í 2023. 

Håkan Ericson og toymi hava sett liðið til stóru uppgávuna í Albania. Fýra broytingar eru á manningarsíðuni í mun til venjingardystin í Noreg hóskvøldið (2-0), og føroyska liðið spælir eisini í øðrvísi leikskipan.

Nú skal Gunnar Vatnhamar í summum førum detta aftur sum triði miðverjin, har royndi Odmar Færø og Andrias Edmundsson annars spæla. Tað er triðji A-landsdystur á rað frá byrjan hjá 22-ára gamla toftamanninum, sum til dagliga spælir í triðbestu pólsku deildini.

Jóannes Kalsø Danielsen fær afturval á høgra bakki, og hevur hesaferð ein annan klaksvíking frammnfyri seg frá byrjan - Jóannes Bjartalíð avloysir kamarsfelagan Sølva Vatnhamar. Jákup Biskopstø Andreasen og René Shaki Joensen úr KÍ styrktu týðiliga føroyska miðvøllin, tá teir komu inn seinast. Í dag byrja teir, og Brandur Hendriksson fer hesaferð at hava útgangsstøði í vinstru.

Jóan Símun Edmundsson verður aftur einsamallur fremsti maður, meðan Mattias Lamhauge avloysir Bárð á Reynatrøð í málinum.

Føroyar (4-5-1): Mattias Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Viljormur Davidsen (L) - Jóannes Bjartalið, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen - Jóan Símun Edmundsson

Bárður á Reynatrøð, Hørður Askham, Andrass Johansen og Sølvi Vatnhamar vóru í  byrjanaruppstillinin í Oslo. Hesaferð byrja teir fýra á bonkinum. Har eru millum annað eisini áleypararnir Petur Knudsen og Klæmint Andrasson Olsen - teir báðir settu eitt sindur orð á sína støðu í samrøðum við Portalin leygardagin.

Sí eisini: 
Klæmint: - Eri ikki so hástórur at eg ikki kann viðurkenna mínar veikleikar
Petur: - Havi víst hvørjum stigi eg kann spæla á

Sí eisini: Bárður á Reynatrøð: Kappingin er harðnað eitt sindur nú

Dysturin á Air Albania leikvøllinum byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin - FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder