Fótbóltur

Ætla at lenda fríggjamorgunin - spæla móti Føroyum leygardagin

Ferðalagið sleppur ikki úr Kasakstan í dag, tí eingin fær lent í Vágum vegna veður.

Mjørki í Vágum í dag - men tað eru serliga nógvur vindur og sunnanæættin, sum órógva (Mynd: fae.fo)

Mjørki í Vágum í dag - men tað eru serliga nógvur vindur og sunnanæættin, sum órógva (Mynd: fae.fo)

2026-09-24 16:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Veðrið er ikki til at ferðast umvegis flogvøllin í Vágum í dag, og hetta ávirkar nógv fólk.

Sí eisini: Øll flogferðsla avlýst í dag vegna illveður

Millum tey eru fótbóltsspælarar úr Kasakstan, sum skulu til Føroyar at spæla fyrsta dystin í Nations League 2026- ein týðandi dyst í bólki 3 í okkara deild.

Eftir ætlan skuldi eitt leiguflogfar úr Astana lenda klokkan 18.00, men nú stendur tað til at lenda klokkan 08.15 í morgin, 25. september.

Harvið kemur mótstøðuliðið hjá manslandsliðið okkara kortini í lutfalsliga góðari tíð undan uppgerðini, sum verður á Tórsvølli klokkan 17.00 leygardagin 26. september.

Hetta um tað gongst væl í morgin. Veðrið sær ikki frálíkt út tá, men tá er ættin skift nakað.

Sí veðrið her

Dómarar og onnur skulu eisini koma til landið til dystin. Vónin er, at gongd kemur aftur á flogferðsluna í morginárini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder