U21-landsliðið setti hol á EM-undankappingina í juni við 2-2 javnleiki móti Andorra. Í september snýr tað seg um Hvítarussland á útivølli (7. september) og síðani Kroatia í Klaksvík (12. september)
Rasmus Nilsson úr donskum fótbólti avloysir Jóannes Davidsen sum eykamálverja, og bakkarnir Bergur Poulsen og Ási Dam, ið gera tað ógvuliga vælí Betrideildini í løtuni, eru nýggir í hópinum.
Martin Agnarsson hevur aftur brotið østbeinið og er skurðviðgjørdur. Bakkurin í Viborg hevði kunnað givið nakað eyka - Samuel Johansen Chukwudi hevði eisini verið ógvuliga góður at havt til miðverjuna. HB-spælarin er framvegis skaddur.
Annars er talan um ein spennandi hóp, ið sæst niðanfyri.
Málverjar:
Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur
Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)
Verjuspælarar:
Áki Johannesen, B68
Børge Petersen, KÍ
Signar á Brúnni, Víkingur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, 07 Vestur (Leigaður úr HB)
Jákup Vilhelmsen, KÍ
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Miðvallarar:
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark) - á veg í nýtt felag
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Jónas Warner, B71
Áleyparar og vengur:
Jens Erik Bruhn, TB
Áki Samuelsen, HB
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, B68
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald