Føroyska avrikið var framúr, og liðið vísti heilt góðan anda í javna og inntensa dystinum við at venda 23-26 til 26-26 uppá tveir minuttir.
Frammanundan hesum høvdu Føroyar ikki skorað í nærum níggju minuttir, men góðar verjustøður og nakrar bjargingar frá Paula Jacobsen hildu okkum inni. Frammanundan hesum hevði Nicholas Satchwell staðið heilt væl. Málverjin, ið til dagliga spælir í Noreg hevði tíggju bjargingar - stóð við 40 prosentum.
Nicholas Satchwell hevði nógvar frálíkar bjargingar í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Niðanfyri eru nøkur hagtøl frá søguliga dystinum í Berlin:
Dystargongdin:
5 min: 2-4
10 min: 4-5
15 min: 7-9
20 min: 9-10
25 min: 11-12
30 min: 12-13
35 min: 14-16
40 min: 17-18
45 min: 20-20
50 min: 23-23
55 min: 23-25
60 min: 26-26
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 4/15
Nicholas Satchwell 10/25
Tekniskar villur:
Føroyar: 9
Noreg: 8
Útvísingar:
Føroyar: 7
Noreg:5
Føroyskir málskjúttar:
Teis Horn Rasmussen 5
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 (2)
Hákun West av Teigum 4
Rói Berg Hansen 3
Óli Mittún 3
Vilhelm Poulsen 3
Kjartan Johansen 1
Leivur Mortensen 1
Pætur Mikkjalsson 1
(Brend skot: 18)
Hondbóltur
Her eru hagtølini frá javnleikinum móti Noreg
Føroyar vóru ongantíð frammanfyri í dystinum men noktaðu at geva seg. Málverjarnir gjørdu mun - serliga Nicholas Satchwell - og Elias og Teis gjørdust javnsettir toppskjúttar.
Elias Ellefsen á Skipagøtu vann bóltin sjálvur, fekk brotskast og var púra ísakaldur, tá hann skuldi taka tað og tryggjað Føroyum stig. Samanlagt skoraði Elias fimm mál og hevði flest upplegg (Mynd: Sverri Egholm)
2024-01-13 22:35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald