Annað

Her eru møguliga mótstøðan hjá KÍ og B36

Bæði liðini fáa truplar uppgávur, um liðini spæla seg víðari.

Nú eru nøvn sett á mótstøðuliðini, ið B36 og KÍ fáa, um liðini spæla seg til fyrsta undanumfar í Evropa League (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Nú eru nøvn sett á mótstøðuliðini, ið B36 og KÍ fáa, um liðini spæla seg til fyrsta undanumfar í Evropa League (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-06-20 12:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

28 juni og 5 juli skulu KÍ og B36 dystast ímóti ávíkavist Birkirkara og St Joseph's. Hetta er í Evropa League undan-undanumfarinum. Um liðini megna at koma víðari, so bíðar væl sterkari mótstøða enn liðini av Malta og Gibraltar.

Lutakastið til fyrsta undanumfar var fyri løtu síðani í Nyon í Sveis. NSÍ er sum steypavinnari beinleiðis víðari til hetta umfarið, og tað gjørdist greitt, at runavíkingar skulu hitta FC Hibernian úr Skotlandi. Eitt gott lutakast fyri NSÍ. Les meira her: http://portal.fo/sera+gott+lutakast+hja+nsi.html

Tað gjørdist eisini greitt, hvørjum KÍ og B36 kunna møta, um liðini spæla seg víðari. KÍ skal í so fall til Litava, og B36 til Montenegro.

Møguliga mótstøðuliðið hjá KÍ er FK Zalgris úr høvuðstaðnum Vilnius. Talan er um silvurvinnararnar frá farna kappingarárið, og liðið sum vann meistaraheitið í Litava trý ár á rað fyri stuttum: Frá 2014-2016. Liðið hevur spælt í evropeiskum fótbólti fleiri ár á rað, menst í Champions League, men kemur vanliga ikki langt. Eitt fínt lutakast fyri klaksvíkingar, sum tó avgjørt verða greiðir underdogs, um teir skulu upp ímóti litaviska liðinum.

B36 kundi bert trekkja lið frá eysturevropa. Tískil var ikki nakað rímiliga gott lutakast í væntu. Tað varð OFK Titograd úr Podgorcia, ið kom úr pottinum. Liðið vann bronsu hetta farna kappingarárið, og gjørdist meistari í Montenegro í 2016. Liðið hevur luttikið í evropeiskum fótbólti seinastu árini; tað longsta Titograd er komið, var í Evropa League í 2013, tá liðið spældi seg í triðja undanumfar. Har tapti liðið so syngjandi fyri komandi meistaraliðinum: Sevilla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder