Hjá KÍ er Víkingur tað tættasta, sum einasta fótbóltsfelagið í Norðoyggjum kemur uppá eina grannauppgerð. Seinastu mongu árini hava allarflestu dystirnir millum liðini havt stóran inntensitet og nerva, og tað var einki øðrvísi í kvøld, tá liðini stríddust fyri at nærkast liðunum omanfyri.
Frammanundan hevði KÍ spælt tveir heimadystir móti liðum úr topp-fimm. Víkingur hevði spælt topp-fimm uppgerðir móti hinum liðunum, og tað hevur givið tveir heimasigrar (NSÍ og B36) og ein útisigur (HB). Víkingur tapti í kvøld, eins og ímóti HB við trimum málum, men í fyrra hálvleiki kendu víkingarnir seg snýttar.
Myndir: KÍ - Víkingur
Tð byrjaði lívliga í sólini í Klaksvík, og eftir átta minuttir peikaði Dagfinn Forná á brotssparksblettin, eftir at Ísak Simonsen hevði roynt seg í samband við eitt hornaspark. Mett varð, at bólturin kom á armin á serbiska verjuleikaranum hjá Víkingi. Tað var tó týðiligt á myndunum, at Vukasin Tomic hevði armarnir heilt inni at kroppinum. Jóannes Bjartalíð var tryggur úr ellivu metrum og er nú toppskjútti í Betrideildini. Fimm av hansara sjey málum eru komin við brotssparki.
Patrik Johannesen hevði ein stóran møguleika stutt eftir leiðslumálið, men tvøramaðurin hjá KÍ varð órógvaður í skotstøðuni og sendi bóltin uppum. Víkingur kom fyri seg, og Sølvi Vatnhamar hevði eina góða skotroynd eftir hornaspark. Tá hálvur tími var leiktur, smekkaði Bogi Reinert Petersen til av brotsteigarmarkinum. Bólturin kom í hælin á Lukasz Cieslewicz og snýtti Kristian Joensen í KÍ-málinum.
Lukasz varð skrásettur fyri málið hjá Víkingi... (Mynd: Sverri Egholm)
...og víkingarnir kundu fegnast um, at javnvág var í (Mynd: Sverri Egholm)
Tað vóru fáir málmøguleikar fyri steðgin, men átta minuttir aftaná 1-1 málið fekk KÍ fríspark í vandamiklari støðu, á horninum av brotsteigarmarkinum til høgru. Hetta kom, eftir atOle Erik Midtskogen fór umkoll, tá hann royndi at fara framvið Tomic. Tað sá út til, at norðmaðurin lat seg detta, tá Víkinga-leikarin stakk beinið eitt sindur út, og tað tyktist at vera hetta, sum dømt var fyri, og ikki støðuna beint áðrenn, tá Bergur Gregersen togaði eitt sindur í økslina á norðmannin og tyktist at royna fella hann við beininum. Bjartalíð legði sera væl innfyri við sínum giftiga vinstra beini, og Odmar Færø snittaði bóltin í málið. 2-1 og víkingarnir vóru aftur sera ónøgdur við dømingina hjá Dagfinni.
Í samrøðu við FM1 eftir dystin segði málskjúttin til 2-1 millum annað, at teir í KÍ-leguni hava verið ónøgdur við avgerðir í øðrum dystum (í t.d dystinum móti NSÍ í seinastu viku var hetta eyðsæð, red.), at KÍ skuldi fingið minst trý brotsspørk fyrr í kappingarárinum, og at slíkt ofta útjavnar sær.
Tað var bert 1-1 í átta minuttir. So varð fríspark dømt ímóti Vukasin Tomic. Ole Erik Midtskogen, ið var eyðsýndur fyri KÍ, fekk frísparkið (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Odmar: Sá ikki so glaður út - men tað var eg
Eyðun Klakstein: Tapa dystin ov lætt
KÍ var samalagt omaná í dystinum, hóast Vìkingur eina løtu eftir 3-1 málið trýsti væl. Málið til 3-1 kom tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, tá Jóannes Kalsø Danielsen vann bóltin av Boga Reinert høgt uppi, og gjørdi arbeiði væl liðugt sjálvur. Høgri bakkurin trekti inn í brotsteigin og smekkaði bóltin í málið. Fyrsta korterið av 2. hálvleiki kom KÍ til nakrar góðar støður, og m.a var innskifti Jonn Johannessen lívligur. Útiliðið setti seg síðani meira á spælið, og dysturin "livdi" leingi. Størsti møguleikin, sum útiliðið fekk, var tá Bogi miðsekiðis í 2. hálvleiki rakti yvirleggjaran við skotið frá brotsteigarmarkinum. Tá bólturin stakk út aftur, varð aftur skotið, og bólturin rakti yvirarmin hjá Odmari. Tað sá út til, at hann hevði hann heilt inni at kroppinum, men víkingarnir kringsettu Dagfinn Forná og vístu á, at støðan var næstan heilt lík henni í 1. hálvleiki, tá KÍ fekk brotsspark.
Nærdystirnir vóru nógvir, og inntensiteturin var í topp við Djúpumýrar (Mynd: Sverri Egholm)
Heimaliðið fekk avvíst tær flestu støðurnar væl, og seinastu minuttirnar varð greitt, at KÍ fór at fáa trý stig. Tá Alessio Hyseni, eins og Odmar, skoraði sítt fyrsta KÍ-mál, varð allur ivi skúgvaður til viks. 4-1 sigur ikki alla søguna, men KÍ vísti tó á ymsan hátt sína styrki í kvøld.
KÍ skal spæla móti oddaliðnum og arvafíggindanum í Gundadali mikukvøldið - Vìkingur brestur saman við ÍF, ið er beint í hølunum á grannunum.
KÍ – Víkingur 4-1 (2-1)
9’ Jóannes Bjartalíð (br.) 1-0
28’ Lukasz Cieslewicz (Bogi Reinert Petersen) 1-1
38’ Odmar Færø (Jóannes Bjartalíð) 2-1
55’ Jóannes Kalsø Danielsen 3-1
89’ Alessio Hyseni (Boris Dosljak) 4-1
KÍ (4-4-2): Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen (63’ Boris Dosljak) – Páll Andrasson Klettskarð (46’ Jonn Johannessen) , Ole Erik Midtskogen (90’ Steinbjørn Olsen)
Venjari: Mikkjal Kjartansson Thomassen
Víkingur (4-2-3-1): Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Bergur Gregersen – Gunnar Vatnhamar (88’ Noah Mneney) , Bogi Reinert Petersen – Lukasz Cieslewicz, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen (63’ Finnur Justinussen) – Andreas Lava Olsen
Venjari: Eyðun Klakstein
Støðan:
1. HB (21 stig)
2. NSÍ (16 stig)
3. KÍ (16 stig)
4. B36 (15 stig)
5. Víkingur (11 stig)
6. ÍF (10 stig)
7. EB/Streymur (6 stig)
8. TB (2 stig)
9. AB (2 stig)
10. Skála (1 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald