Í mai og juni hava føroysku flogbóltslandsliðini spennandi uppgávur á skránni. A-landsliðini luttaka á fyrsta sinni í Silver League kappingini hjá CEV.
Hetta skrivar Flogbóltssamband Føroya, sum samstundis kunnger, at kvinnulandsliðið nú er úttikið.
Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Christian Imhoff, og hjálparvenjarin, Annika á Stongum, hava nú úttikið leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í Silver League kappingini.
Talan er um ein hóp, har øll feløgini í Føroya Tele-deildini eru umboðaði, har tað bæði eru royndar og heilt ungar við.
Jóhanna Christiansdóttir, TB
Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
Annika Niclassen, Dráttur
Tórfríð Tavsen, Dráttur
Sofía Purkhús Splidt, Ternan
Birgit Guttesen, Ternan
Amanda Niclassen, Mjølnir
Anna Arnhóldsdóttir, Mjølnir
Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
Tóta Búadóttir, Fleyr
Óluva Mohr, Fleyr
Guðrun L. Joensen, KÍF
Jakobina Joensen, KÍF
Sofía Weihe Simonsen, SÍ
Føroysku kvinnurnar eru komnar í bólk saman við Portugal, Montenegro og Georgia. Liðini spæla heimadyst og útidyst móti hvørjum øðrum, og føroyska liðið leggur fyri við trimum heimadystum í høllini á Hálsi.
Í Silver League eru lond, sum ikki hoyra til oddin í evropeiskum flogbólti. Montenegro og Portugal liggja sum ávíkavist nummar 27 og 28 á styrkislistanum fyri kvinnulandslið hjá CEV. Føroyar eru styrkismettar nummar 35 - hetta er eitt pláss frammanfyri Georgia, ið harvið helst er liðið, sum okkara hava best møguleika ímóti.
Samanlagt er tað harvið talan um dystir, har tað kann blíva heilt spennandi, men verður tað helst trupult móti Montenegro og Portugal - helst á útivølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald