Fótbóltur

Hesar hevur Hjulmand úttikið til dystin móti Føroyum

26 spælarar eru í danska í hópinum, og allir spæla á høgum stigi. Danmark tekur ímóti Føroyum í Brøndby 26. mars - tríggjar dagar áðrenn vitjar Sveis í Parkini.

Kasper Hjulmand kunngjørdi hópin til dystirnar í gjár. Hann líkist nógv nógvum av teimum undanfarnu - eisini teimum til dystirnar móti Føroyum í EM-undankappingini í 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

Kasper Hjulmand kunngjørdi hópin til dystirnar í gjár. Hann líkist nógv nógvum av teimum undanfarnu - eisini teimum til dystirnar móti Føroyum í EM-undankappingini í 2021 (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-13 12:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark tekur ímóti Sveis í Parkini 23. mars, og tríggjar dagar seinni - týsdagin 26 - vitjar føroyska manslandsliðið í Brøndby.

Talan er um venjingardystir, og hjá dønum er tað kærkomin fyrireiking til EM-endaspælið í Týsklandi í summar.

Kasper Hjulmand kunngjørdi hópin til dystirnar í gjár. Hann líkist nógv nógvum av teimum undanfarnu - eisini teimum til dystirnar móti Føroyum í EM-undankappingini í 2021.

Spælararnir hjá Danmark spæla til dagliga í stórum feløgum í Onglandi, Spania, Italia, Týsklandi, Fraklandi, Portugal, Belgia, Turkalandi og Danmark.

Málverjar: 
Kasper Schmeichel, RSC Anderlecht
Frederik Rønnow, Union Berlin
Mads Hermansen, Leicester City

Verjuspælarar:
Andreas Christensen, FC Barcelona
Simon Kjær, AC Milan
Jannik Vestergaard, Leicester City
Joachim Andersen, Crystal Palace
Victor Nelsson, Galatasaray SK
Joakim Mæhle, WfL Wolfsburg
Victor Kristiansen, Bologna F.C
Alexander Bah, SL Benfica
Elias Jehlert, FCK

Miðvallarar:
Christian Eriksen, Manchester United
Thomas Delaney, RSC Anderlecht
Pierre-Emile Højbjerg, Tottenham Hotspur
Mathias Jensen, Brentford F.C
Christian Nørgaard, Brentford F.C
Morten Hjulmand, Sporting

Kantar og áleyparar:
Rasmus Højlund, Manchester United
Jonas Wind, WfL Wolfsburg
Andreas Skov Olsen, Club Brügge
Anders Dreyer, Club Brügge
Yussuf Poulsen, RB Leipzig
Mohamed Daramy, Stade Reims
Mikkel Damsgaard, Brentford F.C
Kasper Dolberg, RSC Anderlecht

Føroyski hópurin varð tikin út mánadagin - les meira her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder