Hósdagin 25. november skal føroyska A-landsliðið við kvinnum á vøllin aftur, tá HM-undankappingardysturin á útivølli móti Spania er á skránni.
Dysturin verður spældur á Estadio de la Cartuja í Sevilla, og tá verður seinasta punktum sett fyri føroyskum landsliðsfótbólti í hesum árinum.
Lene Terp, landsliðsvenjari, hevur úttikið 19 spælarar til komandi avbjóðing. Av teimum eru tvær, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti - sjey eru frá føroyameistarunum KÍ.
Føroyar hava einki stig eftir fýra dystir og eina málúrttøku á 2-28.
Hópurin
Málverjar:
Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála
Útileikarar:
Julia Naomi Mortensen, AGF (Danmark)
Ásla Johannesen, AGF (Danmark)
Olga Kristina Hansen, B36 Tórshavn
Rakul Maria Johannesen, B36 Tórshavn
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Kára Djurhuus, HB Tórshavn
Sarita Maria Mittfoss, HB Tórshavn
Maria Biskopstø, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur
Spania og Skotland eru fremst í bólkinum við 9 stigum í part. Ukraina og Ungarn hava 3 stig hvør, meðan Føroyar framvegis hava fyrsta stigið til góðar.
Støðan og leikskráin í bólkinum sæst
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald