Hondbóltur

Hesi hittast í Faxe Kondi kappingini

Liðini eru býtt eftir plássi í landskappingini.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-17 13:10 Author image
Sverri Egholm

Nú landskappingin er hálvrunnin, er greitt hvørji lið hittast í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini, sum byrjar í januar. 

Liðini eru býtt eftir plássi í landskappingini. Eitt, fýra og fimm, og tvey, trý og seks eru í sama bólki hjá kvinnum, saman við Stjørnuni 2 og Neistanum 2 í hvør sínum bólki, meðan tað hjá monnum er sami leistur, men við einum liði úr næstbestu deildini, sum er Kyndil 2.

Kappingarnevndin hevur drigið lut millum Stjørnuna 2 og Neistan 2, og hini liðini er býtt eftir plaseringini í landskappingini.

[object Object]

placeholder
placeholder