Týskvøldið brast bumban: Samstarvið millum B36 og Jákup á Borg var endað. Ímyndin av B36 var í drúgvari tænastu sum leikari og hevur seinastu fýra árini stjórnað besta mansliðið felagsins, men nú er liðugt fyri fyrst í øllum førum.
Les eisini: Jákup ikki longur høvuðsvenjari hjá B36
Søgur um nakað av ónøgd av leikarahópinum hava verið at hoyrt í fótbóltsheiminum seinastu tíðina, og hetta var orsøkin til, at Jákup á Borg til seinast takkaði fyri seg. 41-ára gamli venjarin skal ikki standa á odda til steypakappingina, ið er sera umráðandi fyri B36, tí um liðið megnar at fáa fatur á steypinum, so gevur tað eitt evropeiskt pláss.
Tað verður Dan Brimsvík, sum skal royna at føra barndómsfelagið til hetta og eisini frameftir sum skilst. Føroysku bolt.fo og in.fo hava skrivað um hetta og eisini danska bold.dk, og hóast tað ikki ber til at fáa eina váttan frá B36 ella frá høvuðspersónuum sjálvum, so hevur Portalurin fingið váttað frá keldum, at tað verður Dan, sum verður settur í starvið.
33-ára Dan Brimsvík var í fleiri ár venjari í ungdómsdeildini hjá B36 - fyri tað mesta við 1995-árganginum og teimum rundanum. Í 2012 førdi hann næstbesta liðið til uppflyting til 1. deild og vann steypakappingina við U18.
Seinastu árini hevur Dan búð í Danmark, har hann hevur tikið A-prógv, og har hann fyrst var venjari í Hvidovre og síðani í Lyngby. Í tí felagnum hevur Dan Bromsvík tikið sær av U14 og U15-árgangunum. Hann fær sera góð skoðsmál frá starvsfeløgunum í felagnum, sum hevur eina góða ungdómsdeild.
Nú er eitt størri starv og avbjóðing fyri framman hjá unga venjaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald