
Hósdagin 8. mai skulu Føroyar spæla í einum "heksaketli" í Kosovo, og sunnudagin 11. mai sleppa ukrainar at uppliva eina høll við umleið 3.000 føroyingum í Hoyvíkshaganum.
Fáa Føroyar stig í einum av hesum dystunum, so er EM-plássið í hús. Trý stig eru nóg mikið fyri at tryggja fyrsta plássið í bólkinum.
Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava nú úttikið 16 spælarar til hesar seinastu EM-undankappingardystirnar.
Tvær broytingar eru í hópinum, í mun til dystirnar móti Niðurlondum: Pauli Mittún og Vilhelm Poulsen eru aftur eftir skaðar, og avloysa teir Hall Árason og Rógva Dal-Christiansen. Teir báðir síðstnevndu komu ikki á vøllin í dystunum í mai.
Málverjar:
Bakkar:
Vengur:
Strikur:
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/03/12/gallery-thumbnail/1741822756wlw2ezrqbw.webp)
Allan Norðberg er ein av teimum sjey, sum framvegis hava týðandi dystir eftir í sínum feløgum. Strandingurin og hinir flúgva til Kosovo tíðliga í mai - nakrar dagar seinni spæla Føroyar á heimavølli fyri fullsettari høll
Harvið er eingin spælari úr føroysku deildini við - teir flestu spælararnir uttanlands spæla á góðum ella ógvuliga góðum stigi, men har er til dømis Rói Berg Hansen við úr triðbestu donsku deildini - Køge megnaði ikki at flyta upp.
Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal eru fyri kortum farnir at spæla aftur eftir longri skaðar, men mett varð møguliga at teir ikki eru nóg væl fyri enn ella at meira tørvur er á øðrum spælarum enn hesum royndu. Tað sæst millum annað, at tað eru tríggir strikuspælarar við, í mun til fýra seinast. Har hava Teis, Pætur og Ísak eisini gjørt tað ógvuliga væl í seinum seinastu uppgávunum.
Ein avbjóðing hjá føroyska liðnum er, at beint yvir helmingurin av spælarunum eru lidnir við síni kappingarár í feløgunum. Hetta er galdandi fyri teir í næst- og triðbestu deildini í Danmark - tó at Teis Horn Rasmussen hevur onkran play-off dyst - umframt Trónd Mikkelsen og Aleksandar Lacok.
Tað eru tríggjar vikur til dystin í Kosovo. Nakrir halda seg í gongd við venjing í sínum feløgum góðan part av tíðini og nakrir fara at venja aðrastaðni. Helst vera nakrar felagsvenjingar í Føroyum í vikuni áðrenn landsdystirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald