Um vikuskiftið spældi U21-landsliðið tveir venjingardystir í Íslandi sum fyrireiking til HM-endaspælið, sum er fyri framman seinni í mánaðinum.
Ísland vann fyrra dystin greitt, men føroyingarnir vóru omaná dagin eftir. Elias Ellefsen á Skipagøtu, Bjarni í Selvindi og Aleksandar Sasha Lacok vóru ikki við í Íslandi av ymiskum orsøkum. Allir verða tó við til HM-endaspælið.
Venjararnir Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava nú úttikið 16 leikarar til U21 HM-endaspælið í Týsklandi. Tríggjar broytingar eru í mun til hópin, sum fór til Íslands.
Greitt er millum annað, at tveir strikuspælarar, sum hava gjørt vart við seg í føroysku kappingini í ár, men sum ikki veruliga hava verið við hesum árganginum áður, skulu til HM. Annar er ársins stjørnuskot í Burn-deildini, 18-ára gamli Ísak Vedelsbøl, ið spældi væl í Íslandi.
Átta bakspælarar verða við - Sveinur Olafsson úr H71 verður nýttur sum millum annað miðverji.
Hópurin, sum HSF, fyri lítlari løtu síðani hevur lagt út:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71 (HØJ)
Aleksandar Lacok, Neistin
Vinstri vengur:
Janus Dam Djurhuus, ÍBV
Pauli Høj, Neistin
Høgri vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold (Füchse Berlin)
Bogi Hansen, H71
Strikur:
Kristian Jensen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Bakspælarar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (THW Kiel)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne
Sveinur Olafsson, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Ovi Lützen, Neistin
Kristoffur Bjørgvin, VÍF
Brian Slyne, KÍF
Les eisini: Óli verður ikki við til U21-HM
Málverjavenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Ári Jógvansson Olsen og Leif Kristoffersen,
HM-endaspælið er á skránni í tíðarskeiðnum 20. juni – 2. juli. Sambært Hondbóltssambandinum frættist, at nógvir føroyingar ætla sær avstað at stuðla. Portalurin verður eisini við í Týsklandi.
Innleiðandi bólkurin hjá Føroyum verður spældur í Magdeburg, og Føroyar eru í bólki við Spania, Japan og Angola. Talan er um ein spennandi og avbjóðandi bólk.
- Spania gjørdist evropameistari til EM í fjør, har Føroyar gjørdist nummar 10. Japan vann asiatiska U21 endaspælið. Angola gjørdist nummar 4 í afrikanska endaspælinum.
Innleiðandi leiksskráin sær soleiðis út:
Týsdagin 20. juni kl. 10.00 Føroyar – Angola
Hósdagin 22. juni kl. 10.00 Føroyar – Japan
Fríggjadagin 23. juni kl. 19.15 Spania – Føroyar.
(Allar tíðir eru føroyskar)
Tvey lið koma víðari. Um Føroyar verða annað av teimum, gongur leiðin til Hannover til høvuðsumfarið. Har verða dystirnir spældir 25. og 26. juni.
Rættað: 13.47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald