Óli verður ikki við til U21-HM

17-ára gamli hoyvíkingurin skal í summar hugsavna seg um at spæla endaspæl við U19-landsliðnum. U21-landsliðið spælir venjingardystir í Íslandi í vikuskiftinum.

Óli Mittún til EM-endaspælið fyri U20-landslið í fjør. Tá var bakspælarin júst fyltur 17 ár, men hann gjørdi mun (Mynd: Harald Bjørgvin)

Óli Mittún til EM-endaspælið fyri U20-landslið í fjør. Tá var bakspælarin júst fyltur 17 ár, men hann gjørdi mun (Mynd: Harald Bjørgvin)

2023-05-30 15:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann var við, tá Føroyar vunnu European Championship fyri U19-landslið og harvið tryggjaðu sær pláss í sjálvum EM-endaspælinum fyri U20-landslið árið eftir. Óli Mittún var eisini við í Portugal síðsta summar, og hóast hann var trý yngri, enn teir elstu spælararnir á liðnum og í kappingini, so gjørdi blaðungi hoyvíkingurin greiðan mun.

Tað gjørdi hann so sanniliga eisini, tá Føroyar nakrar vikur seinni luttóku í U18-EM í Montenegro og millum annað vunnu á mæta Fraklandi. Óli gjørdist toppskjútti og MVP (mest virðismikli spælari) í kappingini. 

Hetta summarið fer Óli Mittún ikki at spæla tvey endaspøl - teir somu árgangirnir skulu spæla HM-endaspæl. Tað hevur ljóðað í eina tíð, at yrkisspælarin í IK Sävehof, ið fyllur 18 ár 10. juni, ikki verður við teimum eldru hesaferð, og eftir fimtu SM-finaluna í Kristianstad í gjár staðfesti Óli tað sjálvur í viðtalu við Portalin:

- Eg verði ikki við U21. Tað verður U19 í summar, segði hoyvíkingurin í stuttari viðmerking í summar.

Sí eisini: Óli Mittún: - Hetta var heilt forferdeligt

Óli Mittún er harvið ikki við á listanum, ið Hondbóltssambandið hevur lagt út í dag, og sum sæst niðast í greinini. Tað er til venjingardystirnar, sum verða spældir í Hafnafirði í Íslandi leygardagin og sunnudagin sum fyrireiking til endaspælið. 

Elias Ellefsen á Skipagøtu er heldur ikki á listanum, men tað merkir ikki, at spælskiparin ikkivverður við í Týsklandi seinna helming av juni. Elias segði við Portalin í Svøríki í gjár, at hann hevur tørv á hvíld næstu dagarnar og harvið ikki verður við í venjingardystunum. Bjarni í Selvindi fer heldur ikki við til Íslands. Bakspælarin av Skála stríðist fyri at koma fyri seg eftir skaða í fótinum.

At hesir bakspælararnir ikki eru við, merkir tó als ikki, at talan ikki er um eitt sterkt U21-landsliðið, sum fer til Íslands í vikuskiftinum. Føroyar eru í bólki saman við Angola, Japan og Spania í Týsklandi í HM-endaspælinum. Byrjað verður 20. juni í Magdeburg.

Sí eisini: Elias: Gjørdu alt vit kundu - tíverri ikki nóg mikið

U21-landsliðið, sum skal spæla venjingardystir í vikuskiftinum:

Málverjar:

Pauli Jacobsen, H71
Rói Borum Davidsen, KÍF

Útileikarar:
Janus Dam Djurhuus, ÍBV
Pauli Høj, Neistin
Baldur Gillason, H71
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Aarhus (Füchse Berlin)
Bogi Hansen, H71
Kristoffur Bjørgvin, VÍF
Pauli Mittun, Kristiansand Topphåndbold (Team Sydhavnsøerne)
Brian Slyne, KÍF
Ovi Lützen, Neistin
Sveinur Olafsson, H71
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Sakir Tróndarson Frýdal, H71
Kristian Jensen, VÍF

Dystirnir verða leygardagin og sunnudagin á Kaplakriki, sum er heimavøllurin hjá FH í Hafnafirði. Dystirnir verða stroymdir og verður leinkja løgd út seinni, skrivar hsf.fo.

Dystirnir liggja soleiðis:
Leygardagin 3. juni kl. 18.30 U21 Ísland – Føroyar
Sunnudagin 4. juni kl. 17.30 U21 Ísland – Føroyar
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder