Hondbóltur

Gjørdu alt vit kundu - tíverri ikki nóg mikið

Elias Ellefsen á Skipagøtu er keddur av, at tíðin í Sävehof ikki endaði við gulli. Nú kann føroyski spælskiparin tó síggja aftur á gevandi tíð og fram ímóti HM-endaspæli við U21.

- Hetta var ikki tað, sum vit droymdu um, men eg havi havt tað ótrúliga gott í Sävehof, staðfestir Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum nú hevur eyguni vend móti Týsklandi (Mynd: Göteborgs-Posten)

- Hetta var ikki tað, sum vit droymdu um, men eg havi havt tað ótrúliga gott í Sävehof, staðfestir Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum nú hevur eyguni vend móti Týsklandi (Mynd: Göteborgs-Posten)

2023-05-29 21:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kristianstad, Svøríki (Portalurin) - Hetta var øgiliga keðiligt. Hetta var ikki tað, sum vit droymdu um. Nógv hevur gingið ímóti okkum í hesari finalurøðini, men vit hava gjørt alt, sum vit kundu - tíverri var tað ikki nóg mikið.

Soleiðis setti ein heldur rørdur Elias Ellefsen á Skipagøtu orð á tapið í fimtu og avgerandi SM-finaluni. Hansara tíð í Sävehof endaði ikki við einum perfektum punktumi. Elias fekk tó sett nøkur orð á tey trý árini í Svøríki, tá Portalurin prátaði við hoyvíkingin í Kristianstad Arena nakað eftir síðsta bríksl, steypahandan og annað - eftir at hann hevði fingið svølgt tapið eitt lítið sindur.

- Eg havi havt tað ótrúliga gott í Sävehof. Tað hevur verið ein øðiliga góð tíð; trý mega góð ár og afturat hondbóltspartinum havi eg fingið nógvar góðar vinir, og tey hava tikið øgiliga væl ímóti mær. Keðiligt at tað ikki endar við einum gulli seinasta árið, men soleiðis er tað.

Um sjálvan dystin segði profilurin á føroyska landsliðnum, at ein keðilig løta í seinna hálvleiki - har Sävehof ikki spældi væl í 5-10 minuttir, og heimaliðið kom á odda við fýra málum - umframt brendir møguleikar kostaðu sigurin. Eisini merktist tað, at fyrsti málverjin var úti við skaða - hóast eykamálverjin gjørdi tað væl. Tað verður tungt, og vit brenna ov nógv, sjálvt um vit spæla væl, staðfestir Elias. 

Les eisini: Tað gekk ikki hjá Sävehof

Elias á Skipagøtu hevði nøkur teknisk mistøk og brend skot, men í sínum síðsta dysti fyri IK Sävehof skoraði nú 21-ára gamli føroyingurin seks mál og legði upp til átta - bæði vóru hægst hjá Sävehof. Spælið hjá liðnum úr Partille gekk ígjøgnum hann, og hann fekk nógv buh-róp ímóti sær frá teimum fleiri 1.000 heimaáskoðarunum. Hetta órógvaði hann tó ikki, staðfestir føroyski spælskiparin, sum nú flytur úr Svøríki men kann fegnast um at hava stóra uppgávu fyri framman fyri Føroyar longu í juni við U21: 

- HM endaspælið er síðstu ferð at vit dreingirnir - í árganginum - eru ordiliga saman, og vit gleða okkum nógv til hetta og til at taka avbjóðingina upp. Nú gekk tað ikki ordiliga, sum vit vildu síðst, og tað er sjálvandi truplari í HM. Vit hava fingið ein okay bólk, og vit gleða okkum sum sagt og halda, at vit eru til reiðar til uppgávuna.

Føroyska U21-landsliðið spælir venjingardystir í Íslandi leygardagin og sunnudagin sum fyrireiking til kappingina. Tað verður tó allarhelst uttan Elias á Skipagøtu - hann staðfestir, at hann hevur tørv á einum steðgi, eftir at hava spælt ógvuliga nógv teir seinastu mánaðirnar.

Profilurin er tó til reiðar at umboða Føroyar í Týsklandi í næsta mánaða. Tað er eisini landið, har Elias skal búgva næstu árini, og nýggi THW Kiel-spælarin skal eisini spæla EM-endaspæl í Týsklandi fyri føroyska A-landsliðið í januar.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur av álvara gjørt vart við seg í Svøríki og hevur roynt at vunnið bæði SM og steypakappingina. Nú skal hann skjótt til Týsklands 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder