Kristianstad, Svøríki (Portalurin) - Fyrri hálvleikur í Kristianstad var sum finalurøðin sum heild: Ógvuliga tættur. Málverjin hjá Sävehof og Elias á Skipagøtu byrjaðu heilt væl, áðrenn heimaliðið tók eitt sindur yvir. Gestirnir komu tó á javnt áðrenn steðgin.
Óli Mittún gjørdi serliga mun beint fyri og beint eftir steðgin við tveimum málum og tveimum uppleggum samanlagt, men síðani var ungi hoyvíkingurin leingi á bonkinum.
17-ára gamli Óli Mittún (t.h.) hevur samanlagt avrikað sera væl í ár og í endaspælinum. Hann rakti eina góða løtu í avgerandi finaluni, men spældi síðani ikki aftur fyrrenn tað so at siga var avgjørt (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Nógv hekk á Eliasi - kanska ov nógv. Tað gekk til tíðir striltið við álopsspælnum hjá Sävehof, sum tyktiskt at vanta rútmu, og so vóru eisini ov nógvir misnýttir málmøguleikar. Ágangandi verjan hjá Kristianstad fekk tálma 7 ímóti 6 spældinum rímliga væl, og norski málverjin Espen Christensen - við mongu royndunum frá landsliðnum - var ein góður aftasti skansi.
Upp á nakrar minuttir í fyrra parti av seinna hálvleiki fór heimaliðið burturfrá og kom á +4. Sävehof kom væl aftur men megnaði ongantíð at fáa javnvág í aftur. Síðstu løtuna fór luftin av álvara úr ballónini, verjan skrædnaði, mistøkini og brendu møguleikarnir vuksu, og so kundu tey mongu í appelsinlittum í snøggu høllini í Skåne byrja at fegnast.
IK Sävehof endar við silvuri. Elias Ellefsen á Skipagøtu er nú eftir trý ár liðugur í felagnum og skiftir til týska THW Kiel. Óli Mittún heldur fram í svenska felagnum - eina tíð afturat.
Fimta og avgerandi finalan um svenska meistaraheitið hjá monnum
Kristianstad Arena, 29.05
IFK Kristianstad - IK Sävehof 30-23 (12-12)
Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 3-4
15 min: 6-6
20 min: 9-8
25 min: 11-10
35 min: 14-13
40 min: 17-16
45 min: 21-18
50 min: 23-21
55 min: 26-22
Føroysk mál:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6 (1)
Óli Mittún 2
Assist:
Elias: 8
Óli: 2
Útvisingar:
IFK Kristianstad: 2
IK Sävehof: 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald