Tað var ógvuliga týðiligt, hvussu tungt tað var fyri spælararnar, toymi og áskoðarar hjá Sävehof, at Kristianstad seinastu løtuna fór frá og vann fimtu SM-finaluna í gjárkvøldið. Ein av teimum, sum var og heilsaðu uppá áskoðararnar og sá syrgin út, var blaðungi Óli Mittún. Eftir hetta kom hann at práta við Portalin um upplivingina.
- Hetta er forferdligt. At vit eru so tætt uppá og tapa. Tað er sjálvandi sjúkliga stórt og feitt at spæla hesar dystirnar, og so bara...vit fylgjast næstan allan vegin, men so til endans knekkar tað bara heilt. Eg veit ikki, hvussu eg annars skal lýsa tað, uttan at tað er heilt, heilt forferdligt.
17-ára gamli føroyski A-landsliðsspælarin kundi tó vísa á tað jaliga við samlaðu upplivingini, sum var stuttligt. Men júst tað at tað hevur verið so tætt, ger alt tyngri.
- Man mennist nógv av hesum dystunum. Til dømis at spæla her fyri eini 5.000 persónum er nakað annað enn at spæla ungdómshondbólt. So hetta hevur verið øgiliga stuttligt, men tað er bara eyka keðiligt nú, tí vit byrja jú finalurøðina við at vinna greitt her í Kristianstad, tapa so tvær finalur eftir longda leiktíð - har vit jú líka so væl kundi vunnið - vinna so aftur, og nú koppar alt hinvegin til endans í dag.
Óli Mittún hevur fingið størri leiklut enn væntað í Sävehof í ár - millum annað í aðru SM-finaluni. Eisini hevur hoyvíkingurin vunnið svenska meistaraheitið í U18
Sí eisini:
Tað gekk ikki hjá Sävehof
Elias: Gjørdu alt vit kundu - tíverri ikki nóg mikið
Óli Mittún helt, at IK Sävehof sum so spældi fínt álopsspæl og fínt verjuspæl í fimtu finaluni. Hoyvíkingurin, ið skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál, vísir á, at liðini fylgdust tað mesta av dystinum, men at man síðani misti nakað av tolinum í álopinum. Roynt varð kanska at skora ov skjótt ístaðin fyri at spæla møguleikarnir størri, og so brendi man eitt sindur, segði hann
Annars hevði nummar 78 torført við at seta fleiri orð á avgerandi dystin og sítt góða avrik gjøgnum árið - beint tá fylti tapið og støðan ov nógv - men Óli kundi staðfesta, at talan hevur verið um eitt gott og spennandi ár hjá honum í Svøríki, og at hann sjálvandi sær fram til næsta ár.
Fimta og avgerandi finalan um svenska meistaraheitið hjá monnum
Kristianstad Arena, 29.05
IFK Kristianstad - IK Sävehof 30-23 (12-12)
Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 3-4
15 min: 6-6
20 min: 9-8
25 min: 11-10
35 min: 14-13
40 min: 17-16
45 min: 21-18
50 min: 23-21
55 min: 26-22
Føroysk mál:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6 (1)
Óli Mittún 2
Assist:
Elias: 8
Óli: 2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald