Fótbóltur

Hesir byrja móti Spania

Hjalti Kárason Djurhuus spælir sín fyrsta U21-landsdyst. Daniel Johansen, Adrian Justinussen og Ólavur Niclassen eru aftur á liðnum. Petur Knudsen er liðformaður, nú Bjarni Petersen og Jákup B. Andreasen ikki eru við.

Petur Knudsen, ið her skorar til 3-1 móti Ísrael, verður framrættaður miðvallari og liðformaður í dag. NSÍ-leikarin í tveimum teimum seinastu U21-dystunum (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen, ið her skorar til 3-1 móti Ísrael, verður framrættaður miðvallari og liðformaður í dag. NSÍ-leikarin í tveimum teimum seinastu U21-dystunum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-08 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar (4-2-3-1): Rói Zachariassen (EB/Streymur) - Ari Olsen (Víkingur), Samuel Johansen Chukwudi (HB), Ólavur Niclassen (KÍ), Daniel Johansen (HB) - Stefan Radosavljevic (B36), Hjalti Kárason Djurhuus (EB/Streymur) - Lukas Giessing (AB - DAN), Petur Knudsen (L - NSÍ), Adrian Rúnason Justinussen (HB) - Pætur Petersen (HB)

Á bonkinum: Bárður á Reynatrøð, Dann Fróðason, Hanus Sørensen, Steffan Løkin, Noah Mneney, Arnbjørn Svensson, Pætur Turiðarson Skipanes, Ragnar Samuelsen og Andri Julin Benjaminsen.

– Vit vita væl frammanundan, at hetta verður torført. Men eingin ivi skal vera um, at vit fara eftir at fáa eitt úrslit, ið vit kunnu vera ernir av

Hetta sigur U21-landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF, ið hevur kunngjørt, hvørjar leikarar Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan móti Spania.

Fyrsta bríksl í dystinum millum Føroyar og Spania verður klokkan 17.45. Kringvarpið vísur dystin á heimasíðu sínari - ikki í sjónvarpinum. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara.

Les eisini:
Skulu stríðast móti Spania
FSF: Áskoðarar skulu brúka masku/munnbind, meðan tey eru á Tórsvølli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder