Fótbóltur

U21: Skulu stríðast móti Spania

Spaniólar hava ikki heilt stórar stjørnur við - føroyska liðið er rakt av avboðum men hevur seinastu dagarnar fyrireikað seg til stóru og spennandi uppgávuna og skal royna at gera tað til ein spennandi dyst.

Føroyar vunnu í september 3-1 á Ísrael á Svangaskarði (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar vunnu í september 3-1 á Ísrael á Svangaskarði (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-08 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spania er oddalið í bólkinum við 16 stigum fyri seks dystir. Føroyar eru nummar seks og aftast við trimum stigum fyri seks dystir, og spaniólar eru stórfavorittar til dystin á Tórsvølli í kvøld. 

Í spanska hópinum eru leikarar úr millum annað Barcelona, Sevilla og Valencia. Størsta navnið er Brahim Diaz, sum er leigaður út frá Real Madrid til AC Milan. Áleyparin hevur eisini áður spælt við Manchester City. Leikarar sum Eric Garcia (Manchester City), Dani Olmo (RB Leipzig) og Ansu Fati (FC Barcelona), ið hava U21-aldur, og sum hava verið við áður í undankappingini, eru ikki við hesuferð.

Hjá Føroyum hava Rói Mørk Hentze, Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Hannes Agnarsson, Jonn Johannesen og Jákup Biskopstø Andreasen givið avboð, og Mads Mikkelsen er heldur ikki tøkur vegna skaða. Ólavur Niclasen er við aftur, og Daniel Johansen og Adrian Justinussen, ið seinast vóru við A-landsliðnum, skulu hesuferð styrkja U21-liðið, ið nógv "frísk nøvn" eru á. HB-leikararnir eru ein hóttan fyri Spania við millum annað frálíkum sparkiteknikki - annars er Petur Knudsen helst tann, ið kann geva útiliðnum størst høvuðbrýggj. 

[object Object]
Til venjing á Tórsvølli (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Tað fer at krevja nógv av liðnum hjá Sámali Erik Hentze at halda sterku spaniólunum í kvøld. Tað snýr seg um at verja sera væl og vera í dystinum so leingi sum gjørligt. Í farna mánaði eydnaðist tað at fáa ein spenanndi dyst (1-2) á heimavølli móti Norðurmakedónia, ið er á 2. plássi í bólkinum og sum hevur fingið javnleik móti júst Spania.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17.45. Kringvarpið vísur dystin á heimasíðu sínari - ikki í sjónvarpinum. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara.

Hópurin

Rói Zachariassen, EB/Streymur
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Jákup Nolsøe Olsen, ÍF

Ari Olsen, Víkingur
Dann Fróðason, 07 Vestur 
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Ólavur Niclassen, KÍ
Noah Mneney, Víkingur
Andri Benjaminsen, B68
Daniel Johansen, HB

Pætur Skipanes, NSÍ
Hanus Sørensen, FC Midtjylland
Hjalti Kárason Djurhuus, EB/Streymur
Ragnar Samuelsen, B36
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Lukas Giessing, AB (Danmark)
Stefan Radosavljevic, B36

Petur Knudsen, NSÍ
Pætur Petersen, HB
Steffan Løkin, NSÍ
Adrian Justinussen, HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder