Hondbóltur

Hesir døma steypafinalurnar við Tjarnir leygarkvøldið

Eins og í fjør, døma Daniel Rapa og Hannis Wardum finaluna hjá kvinnum, og Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen døma mansfinaluna.

Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen (Mynd: Sverri Egholm)

Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-17 10:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Finaluliðini eru komin uppá pláss, og komandi vikuskifti verður stórt steypafinaluvikuskifti hjá hondbóltinum við Tjarnir.

Greitt er hvørji lið skulu spæla tær 19 finalurnar - og eisini hvør skal døma tær.

Hjá teimum vaksnu eru tað somu dømarapørini, sum dømdu hesar finalurnar i fjør: Daniel Rapa og Hannis Wardum hjá kvinnum og ársins dómarar seinastu árini, Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen hjá monnum.

[object Object]
Royndi Hannis Wardum verður annar av dómarunum til Kyndil - VÍF leygardagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Steypafinalurnar hjá teimum vaksnu verða spældar leygardagin 21. januar við Tjarnir:

Kl. 17: Kyndil - VÍF (kvinnur)
Dómarar: Daniel Rapa og Hannis Wardum

Kl. 20: Kyndil - H71 (Menn)
Dómarar: Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen

Sí eisini: Ársins dómarar í Føroyum skulu døma avgerandi dystir í Grønlandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder