Klokkan 14 verður lutakast í Nyon í Sveis, um hvør skal spæla móti hvørjum í fyrsta umfari í Conference League 2023/2024. B36, HB og Víkingur eru trý av liðunum, sum verða í pottinum.
Havnarfeløgini eru styrkismett orsakað av fleiri "stigum" í evropeiskum fótbólti síðstu árini. B36 hevur fleiri ár staðið seg heilt væl, og bæði í 2020 og í fjør spældi felagið seg víðari tvær ferðir. Í ár hevur liðið hjá Dan Brimsvík seks møguleikar í fyrsta umfari. Talan er m.a. um írsk og walisisk lið og eisini tvey baltisk lið. Ein túrur til Wales ella Norðurírland - ella møguliga Litava - hevði helst sæð best út.
HB kann renna seg í lutfalsliga heilt sterka mótstøðu, MŠK Žilina úr Slovakia, ein gamlan kenning úr Finnlandi - Haka, sum HB spældi javnt ímóti í fyrra dystinum í Champions League í 1999 - írska mótstøðu, Gunnar Vatnahamar og Víking Reykjavík, ið ikki er ynskilutakast og so næstan spildurnýtt lið í evropeiskari kapping úr Wales.
Andrass Johansen hevur her skorað sigursmálið hjá B36 móti Tre Fiori úr San Marino í 2. umfari í Conference League í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur er ikki styrkismett, men kann fáa mótstøðulið sum steypavinnararnir hava ein veruligan møguleika ímóti. Inter Club d'Escaldes er úr Andorra og sló HB út við teprum sigri í 2021. Hetta er helst ynskimótstøðan. Walisisk mótstøða nýtist ikki at hóska illa til føroysk lið. Tað hevur Linfield úr Norðurírlandi gjørt, hóast uppgerðirnar hjá føroysku liðunum móti Linfield so at siga altíð eru javnar. Dundalk úr Írlandi er helst veikari, enn tá KÍ tapti fyri teimum í Europa League í 2020.
Niðanfyri sæst yvirlit yvir møguleikarnir hjá føroysku liðunum í fyrsta umfari í UEFA Conference League. Eitt styrkismett lið úr hvørjum bólki hittir eitt ikki-styrkismett. Til ber at stroyma á uefa.com, har meira eisini er at síggja um lutakastið.
Bólkur 3:
Styrkismett:
1 Linfield FC (NIR)
2 Dundalk FC (IRL)
3 Connah's Quay Nomads FC (WAL)
4 FC Progrès Niederkorn (LUX)
5 Inter Club d'Escaldes (AND)
Ikki-styrkismett:
6 KA Akureyri (ISL)
7 Víkingur (FRO)
8 SC Gjilani (KOS)
9 KF Vllaznia (ALB)
10 FCB Magpies (GIB)
Bólkur 4:
Styrkismett:
1 Riga FC (LVA)
2 KF Shkëndija (MKD)
3 FC Levadia Tallinn (EST)
4 HB Tórshavn (FRO)
5 Crusaders FC (NIR)
Ikki-styrkismett:
6 MŠK Žilina (SVK)
7 FC Haka Valkeakoski (FIN)
8 Derry City FC (IRL)
9 Víkingur Reykjavík (ISL)
10 Haverfordwest County AFC (WAL)
Bólkur 6:
Styrkismett:
1 F91 Diddeleng (LUX)
2 FC Shkupi 1927 (MKD)
3 B36 Tórshavn (FRO)
4 Gżira United FC (MLT)
5 Europa FC (GIB)
6 FC Santa Coloma (AND)
Ikki-styrkismett:
7 Paide Linnameeskond (EST)
8 Saint Patrick's Athletic FC (IRL)
9 KF Dukagjini (KOS)
10 Glentoran FC (NIR)
11 FC Hegelmann Litauen (LTU)
12 Penybont FC (WAL)
Sí eisini: Kann gerast marrulutakast hjá KÍ í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald