KÍ kundi helst fingið frægari lutakast til bæði Champions League og Europa League play-off umførini, men tað kundi eisini avgjørt verið verri hjá søguliga føroyska felagnum.
Áðrenn Champions League-lutakastið fekk KÍ serliga heilsan frá UEFA-umboðnum, av tí at liðið fyri fyrstu ferð var komið so langt í fínastu evropeisku kappingini, og tí at KÍ er fyrsta føroyska felagið, sum hevur tryggjað sær pláss í einum evropeiskum bólkaspæli. Síðani var drigið.
Champions League: Um tað eydnast at basa norska Molde, so skal KÍ spæla móti meistarunum úr Turkalandi ella Slovenia í Playoff-umfarinum. Her er Galatasaray favorittur móti Olimpija Ljubljana.
Europa League: Um KÍ tapir í triðja umfarið í Champions League, rýkur man niður í play-off umfarið í Europa League. Har verður mótstøðuliðið Sheriff Tiraspol, stórfelagið í moldoviskum fótbólti, ella BATE Borisov, sum hevur líknandi støðu í Hvítarusslandi. Her er Sheriff favorittur.
Í báðum førum er KÍ á heimavølli fyrst. Um KÍ tapir báðar uppgerðirnar, skal liðið hjá Magna Hoseth spæla í bólkaspælinum í Conference League.
Champions League Playoff:
KÍ - Olimpija Ljubljana/Galatasaray
Europa League Playoff:
KÍ - Sheriff Tiraspol/BATE Borisov
Umførini eru tvær tær síðstu vikurnar í august. KÍ og Molde spæla fyrra dystin í 3. umfari í Champions League á Tórsvølli í annaðkvøld.
Fótbóltur
Hesir eru play-off møguleikarnir hjá KÍ
Um føroyameistararnir vinna á Molde, bíðar Galatasaray (TUR) ella Olimpija Ljubljana (SLO) - um KÍ endar í Europa League bíðar ein langur túrur.
KÍ hevur spælt seg víðari tvær ferðir í summar - nú kennir felagið sínar møguleikar síðst í august (Mynd: Sverri Egholm)
2023-08-07 12:27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald