Hondbóltur

Hesir eru úttiknir til U18 hondbóltslandsliðið hjá monnum

Í aðru viku skal liðið taka lut í EM-kapping í Georgia.

2018-07-31 14:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í aðru viku skal U18-hondbóltslandsliðið hjá monnum taka lut í EM-kapping í Georgia. Tað skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sína.

Kappingin er skipað á tann hátt, at tvey lið úr hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar, og so eru annars plaseringsdystir. Vinnarin av kappingini tryggjar sær atgongd til HM-endaspælið fyri U18-landslið næsta ár.

Føroyar eru í bólki við Sveis, Litava, Estland, Luksemborg og Makedonia.

Venjari er Birgir Hansen, og úttiknir til kappingina eru hesir:

Heini á Heygum, VÍF
Andri K. Hansen, STÍF
Martin Danielsen, STÍF
Ivan Mrdalo, STÍF
Dánjal Ragnarsson, Neistin
Julian Kragesteen, Neistin
Jónas Rasmussen, Neistin
Tróndur Mikkelsen, Skjern Håndbold
Høgni F. Gaard, Skjern Håndbold
Gilli S. Holm, Oure
Pauli Mittún, H71
Sakaris A. Sakarisson, H71
Hákun av Teigum, H71
Bogi Hansen, H71
Elias á Skipagøtu, H71
Pauli Jacobsen, H71

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder