Hjá Argentina er hetta endaspælið, sum er fyri framman, millum annað serligt við tað, at talan er um seinasta HM-endaspælið hjá Lionel Messi.
35-ára gamli maðurin, sum hevur vunnið Balon d'Or sjey ferðir, staðfesti hetta í samrøðu við ESPN í síðsta mánaði.
Argentina vann Copa America í fjør, og hetta var fyrsta stóra steypið, ið Messi hevur vunnið við landi sínum.
Nú skal hann royna at enda við tí størsta heiðrinum, sum er, í landsliðsfótbólti, og nú er endaliga greitt, hvørjir hinri 25 leikararnir í argentiska hópinum. Lionel Scaloni hevur tikið nógvar spennandi álopskendar leikarar út, so sum Lautaro Martinez (Inter) og Julan Alvarez (Manchester City), og so er Paulo Dybala til reiðar aftur. Angel Di Maria er ein av teimum royndastu, og í verjuni verður millum annað Lisandro Martinez, sum hevur staðið seg væl í Manchester United og Premier League.
Argentina leggur út týsdagin 22. november móti Saudi Arabia. Hini liðini í bólki C eru Mekisko og Pólland.
Listin sæst niðanfyri: Raðfygjan eru málverjar, miðverjar, miðvallarar og áleyparar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald