Klokkan 11 í morgin verða tað uttan iva fleiri klaksvíkingar og onnur fótbóltsáhugaði, sum fara at fylgja væl við.
Tá verður lutakast um hvørjum KÍ skal spæla ímóti í fyrsta umfari í Champions League. Nú er eisini greitt hvørjum fimm liðum, KÍ kann møta, og onkrir kenningar verða í pottinum.
KÍ er í bólki tvey og liðini, sum klaksvíkingar kunnu møta eru meistararnr úr Svøríki, Noreg, Finnlandi, Wales og Litava:
Malmö (Svøríki)
Bodø/Glimt (Noreg)
HJK Helsinki (Finnland)
The New Saints (Wales)
Žalgiris (Litava)
Meistararnir í Litava, Žalgiris, vóru á vitjan hjá KÍ í Gundadali í 2018, har teir vunnu 2-1. Í returdystinum í Litava gjørdist javnt, 1-1, og litavar varpaðu tá KÍ úr Europa League.
(Mynd: Sverri Egholm)
Bæði HJK Helsinki og The New Saints hava áður leikt móti Føroyum liðnum. HJK ímóti HB í 2019 og TNS ímóti B36 í tveimum førum í 2015 og í 2020.
Hetta eru lið sum KÍ hevur møguleika at vinna ímóti, men tað verður sera trupult at vinna ímóti svenska Malmö og norska Bodø/Glimt.
Fyrru dystirnir í 1. umfari verða leiktir 5/6. juli og seinnu verða leiktir 12/13. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald