Eftir at lutakast hevur verið til 3. umfar í bæði Champions League og Europa League er greitt, hvørjum KÍ kann møta - um so føroyamestararnir koma víðari hesa ferð ella ikki.
Champions League:
Um KÍ megnar at vinna samanlagt á svensku meistarunum, BK Häcken, bíðar vinnarin av hesum dystinum í 3. umfari:
HJK Helsinki (FIN) / Molde FK (NOR)
Molde FK er gamla felagið hjá norsku KÍ-venjarunum, Magna Hoseth og Daniel Berg Hestad, umframt verjuspælaranum Vegard Forren. Sivert Gussiås er eisini úr Molde og hevur spælt við ungdóms- og eykaliðnum hjá felagnum. Í Molde-økinum hava tey fylgt við Champions League-luttøkuni hjá KÍ higartil og legendunum í felagnum. Norsku meistararnar eru í favorittleiklutinum móti teimum finsku.
Daniel Berg Hestad hevur metið fyri dystir við Molde, og í bestu norsku deildini sum heild, og hann og Magne Hoseth (mynd) hava vunnið fleiri steyp við felagnum, ið KÍ skjótt kann renna seg í (Mynd: Sverri Egholm)
Europa League:
Um KÍ tapir samanlagt í 2. umfari í Champions League, bíðar taparin í hesum dystinum í 3. umfari í Europa League:
FK Žalgiris Vilnius (LTU) / Galatasaray A.Ş. (TUR)
Her er tað mest sannlíkt, at KÍ rennir seg í litaviska liðið. KÍ og Zalgiris spældu í Europa League í 2018. Tá endaði tað 1-2 í Føroyum og 1-1 í Vilnius. Harvið kom felagið, sum nú er litaviskur meistari, tepurt víðari.
KÍ og BK Häcken spæla fyrra dystin í 2. umfari í Champions League mikukvøldið klokkan 19.45 við Djúpumýrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald