Hondbóltur

Hetta er hópurin til EM-undankappingina fyrst í juni

Landsliðsvenjararnir hava úttikið 18 leikarar til EM-undankappingina, sum verður leikt 4 til 6. juni í Høllini á Hálsi. Mótstøðuliðini eru Finnland og Ísrael.

Lív Poulsen, sum er fyrr ár gjørdist Føroyameistari við StÍF er millum annað úttikin til HM-undankappingina. Tað er Ingunn Kristina Persson úr Neistanum eisini (Mynd: Sverri Egholm)

Lív Poulsen, sum er fyrr ár gjørdist Føroyameistari við StÍF er millum annað úttikin til HM-undankappingina. Tað er Ingunn Kristina Persson úr Neistanum eisini (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-22 10:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Finnur Hansson, hava úttikið hesar leikarar til EM-undan-undankappingina 4.- 6. juni móti Finnlandi og Ísrael.

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin

Vengur:
Guðrið Ellingsgaard, StÍF
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ásleyg Súnadóttir, Kyndil
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, StÍF

Strikur:
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Randers HK
Poula Dulavík Berg, StÍF

Bakkar:
Marita Mortensen, Vendsyssel Håndbold
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Tóra Eliasen, Stjørnan
Durita Christophersen Jojic, VÍF

Dystirnir verða leiktir í Føroyum í Høllini á Hálsi.

Leiksskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagin 4. juni kl. 18.30 Føroyar - Finnland
Leygardagin 5. juni kl. 18.00 Finnland - Ísrael
Sunnudagin 6. juni kl. 16.00 Føroyar - Ísrael

Eitt lið kemur víðari úr bólkinum í vinnur pláss í bólki B til EM-undankappingina saman við Danmark, Rumenia og Eysturríki.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder