2020-11-12 20:09
Føroyska U21-landsliðið hevur sæð gott út, síðani Sámal Erik Hentze tók yvir, og í kvøld stóðu føroyingarnar seg væl í Spania.
Heimaliðið hevði sjálvandi leikliga yvirvág, men hóast nógv skot vóru, so vóru ikki so nógv uppá mál, og tað var 0-0 í yvir ein tíma.
Miðskeiðis í øðrum hálvleiki skoraði Adria Pedrosa úr Espanyol til 1-0, og Spania fekk lukkað dystin í 87. minutti.
Føroyar spæla aftur týsdagin i Kasakstan. Talan er um seinasta dystin í undankappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald