Síðani kappingarlok hevur EB/Streymur longt við venjaran Jákup Martin Joensen og hesar leikararnar:
Andras Olsen
Petur Zachariassen
Tóki Johannesen
Mikkjal Samuelsen Hellisá
Gutti Dahl-Olsen
Magnus Jarnskor
Rói Olsen
Arnbjørn Hansen (leikandi hjálparvenjari)
Niklas T. Kruse
Allir høvdu sáttmála við felagið í fjør eisini; Andras Olsen var tó ikki á vøllinum, tí miðverjin hevði slitið krossbandið.
EB/Streymur kunngjørdi í gjárkvøldið sín fyrsta nýggja leikara til kappingarárið 2020. Talan er um 21-ára gamla Hjalta Kárason Djurhuus, ið kemur úr HB, og sum hevur gjørt ein eitt-ára sáttmála.
Hjalti er uppvaksin í HB. Seinastu árini hevur hann fyri tað mesta spælt við 1. deildarliðnum hjá felagnum, har hann sambært FaroeSoccer hevur spælt 65 dystir og skorað 13 mál. Í Betrideildini hevur Hjalti Djurhuus spælt 15 dystir, millum 16 dystir í FM-árinum 2018. Í 2018 var Hjalti eisini við til vinna steypafinaluna hjá U21 - á júst EB/Streymi.
Hjalti hevur mest spælt á sentrala og verjukenda miðvøllinum ella í miðverjuni. Heimasíðan hjá EB/Streymur skrivar, at hann kann spæla á øllum plássum í verjuni og á miðvøllinum, og at hann verður væntandi ein góður styrkur í verjupartinum hjá liðnum.
EB/Streymur endaði í fjør á 9. plásssi við 18 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald