Hondbóltur

Hjalti Mohr Jacobsen partur av venjaratoymi hjá StÍF

Hann tekur við sum hjálparvenjari hjá Levi Nybo, sum er høvuðsvenjari.

2022-01-01 19:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hjalti Mohr Jacobsen verður partur av venjaratoyminum hjá fremsta mansliðnum hjá StÍF. Avtalað er gjørd við Hjalta um, at hann beinanvegin tekur við sum hjálparvenjari hjá Levi Nybo, sum er høvuðsvenjari. Avtalan er galdandi fyri restina av kappingarárinum.

Hjalti hevur drúgvar royndir sum leikari í bestu deild; og hevur hann hevur fleiri ferðir vunnið FM. Hann spældi í fleiri ár á føroyska A-landsliðnum. Hjalti hevur fleiri royndir sum venjari. Hann er høvuðsvenjari hjá landsliðnum árgangur 04/05, sum skal til EM-endaspæl í Montenegro í summar.

StÍf fegnast um, at Hjalti teir næstu mánaðirnar fer at vera við til at menna og styrkja okkara manslið enn meira.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder