Annað

HJK Helsinki sera gott útgangstøði

Finsku meistararnir vunnu 2-1 á Svangaskarði í kvøld, so tað bíðar ein sera trupul uppgáva hjá Víkingi í Helsinki.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-10 20:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var Champions League-fótbóltur í táminum á Svangaskarði í kvøld, tá føroyska meistaraliðið tók ímóti finska meistaraliðinum í fyrsta undanumfarið.

HJK Helsinki legði hart út, og útiliðið setti seg á spælið beinanvegin. Í 9.minutti kom bólturin til Benjamin Dahlstrom, ið var staddur beint uttanfyri brotsteigin hjá Víkingi. Og finski miðvallarin setti bóltin væl í málið til 1-0.

Víkingur reisti seg væl, og kom betri inn í dystin eina løtu. Teir ljósabláu skaptu nakrar støður, og hildu fínt uppá bóltin til tíðir. Men finska liðið spældi væl, og tá lítil hálvur tími var leiktur, gjørdist tað 2-0. Eitt innlegg úr høgru endaði tað við, at Atli Gregersen, í nærdysti við Joao Klauss de Melo, beindi bóltin í egið mál.

Brekkan hjá Víkingi var tung nú, og heimaliðið var eisini í trupulleikum restina av fyrra hálvleiki. HJK flutti bóltin væl, og Vìkingur rann aftaná og noyddist at standa djúpt og sera kompakt.

Víkingur kom sera væl út til 2.hálvleik, og longu eftir fimm minuttir høvdu føroyameistararnir minkað um munin. Sølvi Vatnhamar legði eitt fríspark til aftasta økið, har bróður hansara, Gunnar Vatnhamar, setti fótin og, og bólturin silgdi niður í longra málhorna uppum málverjan. Hegnisligt sett inn, og eins og í heimadystinum í fyrta undanumfarið í fjør, so kom Gunnar á máltalvuna.   

Tað var eitt meira ágangdi Víkinga-lið í 2.hálvleiki. Liðið søkti oftari at; serliga í umstillingum við Sølva, Filip Djordjevic og Adeshina Lawal. Finska meistaraliðið sá ikki út til at hava tað lætt uppá nakran máta, hóast HJK kom til nakrar góðar møguleikar, sum úrslit av at Víkingur søkti meira frameftir vøllinum.

Tað kom tó einki mál afturat á Svangaskarði. Víkingur royndi, men tað bleiv ikki til teir stóru møguleikarnar. Einaferð var Lawal komin framvið seinasta verjuleikaranum hjá finnum, sum so hálaði hann niður. Dòmarin gav gult kort, hóast neyðbremsan varð nýtt, og hetta vóru bonkurin, leikararnir og áskoðarnir hjá Víkingi ónøgdir við.

Við tveimum útivallarmálum sær tað sera gott út hjá HJK Helsink. Í Víkingi eru teir helst argir yvir, at útgangspunktið ikki er betri, tí 2.hálvleikur var sera góður hjá Sigrfríði Clementsen og hansara monnum.

Returdysturin verður leiktur í finska høvuðsstaðnum um eina viku(17/7)


Champions League fyrsta undanumfar, á Svangaskarði 10/7

Víkingur – HJK Helsinki 1-2(0-2)

9.min 0-1 Benjamin Dahlstrom,
29.min 0-2 Sjálvmál
50.min 1-2 Gunnar Vatnhamar


Liðið hjá Víkingi í kvøld:


Elias Rasmussen - Elias Lervig, Atli Gregersen(L), Adrian Cascaval, Hanus Jacobsen - Heðin Hansen(Karl Løkin), Hans Jørgen Djurhuus(Dennis Nieblas Moreno), Gunnar Vatnhamar, Filip Djordjevic - Sølvi Vatnhamar - Adeshina Lawal

Viðmerkingar og fleiri myndir koma seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder