Fótbóltur

Hjulmand danskur landsliðsvenjari trý ár afturat

DBU kunnger í dag, at ein nýggjur sáttmáli er gjørdur millum partarnar, sum er galdandi til og við HM-endaspælið í 2026.

Kasper Hjulmand í Føroyum í 2021. Undir tíð hansara hava Danmark og Føroyar spælt tríggjar ferðir - serliga á Tórsvølli bjóðaði føroyska liðið av álvara av (Mynd: Sverri Egholm)

Kasper Hjulmand í Føroyum í 2021. Undir tíð hansara hava Danmark og Føroyar spælt tríggjar ferðir - serliga á Tórsvølli bjóðaði føroyska liðið av álvara av (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-06 14:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur síðani miseydnaða HM-endaspælið hjá Danmark verið ivamál um framtíðina hjá Kasper Hjulmand. Ikki tí at DBU hevur lagt nakað trýst á hann, men meira tí at venjarin sjálvur hevur ivast.

Eftir HM í Katar, har Hjulmand týðiliga stríddist við nógv, tók hann eitt sindur av tíð til at umhugsa støðuna - hvørt hann var rætti maðurin at leiða liðið víðari ella ikki. Síðst í januar varð boðað frá, at partarnir fóru at halda fram sum ætlað. 

Síðani hevur Danmark spælt tveir EM-undakappingardystir. Tann fyrra vann liðið á Finnlandi á heimavølli, takkað verið málunum hjá unga Rasmusi Højlund, men hóast Højlund skoraði tvær ferðir í Kasakstannakrar dagar seinni, so blakaðu danir eina 2-0 leiðslu burtur og taptu.

[object Object]
Summar tíðir hava smílini veruliga verið frammi. Hjulmand hevur vunnið 23 dystir og onkursvegna verið við til at fáa liðið og danska fólkið nærri hvørjum øðrum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Tyngsta løtan var í Katar. Kjakið um mannarættindi o.s.fr fylti nógv hjá dønum, Hjulmand tyktiskt kroystir á ymsan hátt, og danir vórðu slignir út uttan at vinna nakran dyst  (Mynd: EPA)

Seinastu tíðina hevur Kasper Hjulmand verið settir í samband við høvuðsvenjarastarvið í Ajax, men fyrrapartin varð sligið fast, at 51-ára gamli venjarin ongan veg fer.

Dansk Boldspil Union kunngjørdi á heimasíðu sínari, at partarnir hava longt sáttmálan við tveimum árum. Tann gamli var galdandi til og við EM-endaspælið næsta ár - tann nýggi er galdandi til summarið 2026, tá danir vóna at vera partur av HM-endaspælinum í Norðuramerika. Báðir partar fegnast um, at man hevur funnið hesa loysnina. 

Kasper Hjulmand hevur staðið á odda fyri danska landsliðnum í 38 dystum seinastu trý árini. Danmark hevur vunnið 23 av hesum dystunum. Í 2021 kom liðið til hálvfinaluna í EM-endaspælainum og kroysti har Onglandi til longda leiktíð á Wembley. Síðani hevur Danmark vunnið á millum annað júst Onglandi og Fraklandi og harvið framhaldandi tryggjað sær pláss í deild A í Nations League. 2021 var besta árið undir Hjulman, hadanir stóðu seg væl í EM-endaspælinum og vunnu níggju av tíggju HM-undankappingardystum.

Ein týðandi partur av arbeiðnum hevur verið at fáa landsliðið og danska fólkið tættari. Partarnir meta, at hetta hevur eydnast heilt væl og vilja halda fram við tí. Parkin hevur verið útseld tíggju ferðir á rað, og tað verður eisini fult hús til EM-undankappingardystirnar móti Norðurírlandi og Slovenia seinni í mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder