Fótbóltur

HM-dystur fyribils útsettur orsakað av torusláttri

Torusláttur hevur verið nærhendis leikvøllinum í Philadelphia, har Frakland og Irak annars hava spælt ein hálvleik.

(Mynd: Roberto Schmidt/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Roberto Schmidt/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-22 23:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HM-dysturin millum Frakland og Irak er enn ikki settur í gongd aftur eftir at hálvleikur hevur verið.

Torusláttur hevur verið nærhendis og dysturin er fyribils útsettur. Eisini hevur tað regnað av grimd yvir leikvøllin í Philadelphia.

Mælt verður til, at áskoðararnir halda seg burtur frá áskoðaraplássunum.

FIFA ger greitt, at tað skulu ganga 30 minuttir frá seinasta torusláttri til, at dysturin kann setast í gongd aftur.

Klokkan er farin av 18 lokala tíð, so enn ber til at fáa dystin avgreiddan í kvøld.

Frakland var á odda 1-0 í steðginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder