15. desember varð farið í gongd við PDC (Professional Darts Corporation) heimsmeistaraheiti nummar 30 í røðini. Fyrstu tvey umførini vórðu avgreidd áðrenn jól, og síðani vóru 32 spælarar eftir til triðja umfar (1/16-finalurnar) ið byrjaðu í dag.
Í dystinum sum byrjaði klokkan 14 gjørdist talan um eitt úrslit, ið ikki samsvaraði við heimsstyrkilistan. Norðurírski Josh Rock er styrkismettur sum nummar 47, mótstøðumaður hansara í dag - onglendingurin Nathan Aspinall sum nummar tíggju - men norðurírin var tó favorittur hjá veddingarfyritøkunum undan dystinum í dag. Rock vann sær trygt víðari luttøku fyri jól við at vinna á nummar 23, Callan Rydz, og verandi ungdómsheimsmeistarin tók seinasta settið í dag 3-1 og spældi seg víðari. Josh Rock hevði lægri miðaltal enn Aspinall men hevði ein 180'ara fleiri.
Josh Rock er eitt risastjørnuskot, ið verður millum teir seinastu sekstan
Í mun til í undanfarnu umførum, verða nú upp til sjey sett spæld. Tað er spælarin, ið er fyrst upp til fýra sett í 1/16- og 1/8-finalunum, ið kemur víðari.
Belgiski Dimitri Van den Bergh hevur í dag spælt seg trygt víðari (4-1 á Ratajski úr Póllandi). Walisin Jonny Clayton, sum liggur nummar 7 á heimsstyrkilistanum, vann eisini 4-1 fyrr í dag.
Í kvøld eru tríggir dystir á skránni. Klokkan 20.25 bresta Gerwyn Price og Raymond van Barneveld saman. Vælvandi walisin gjørdist heimsmeistari í 2021 og er styrkismettur sum nummar tvey. Royndi niðurlendingurin skal royna at skaka Price - van Barneveld hevur vunnið nógv á sínari yrkisleið og PDC World Championships einaferð. Tað var eftir 13 sett í finaluni móti Phil Taylor í 2007.
Kvøldið endar við, at heimsmeistarin - skotin Peter Wright - skal gera sína skyldu mótu Huybrechts úr Belgia. Finalan verður um eina viku, týskvøldið 3. januar. Vinnarin fær 500.000 pund.
Til ber at síggja yvirlit her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald