Hondbóltur

HM-fjórðingsfinala á stórskíggja í Vágsbotni

Hóskvøldið kl. 20 spæla Føroyar og Slovenia um hálvfinaluplássið.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-06-25 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í annaðkvøld hitta føroysku U21-menninir Slovenia í HM-fjórðingsfinaluni, og tá verður høvið at fylgja við beinleiðis á stórskíggja í Vágsbotni.

Tað boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.

Dysturin varð fyrst settur at byrja klokkan 17.30, men hann er síðani fluttur til klokkan 20.

Vinnarin av dystinum millum Føroyar og Slovenia spælir fríggjadagin hálvfinalu móti vinnaranum av dystinum millum Portugal og Egyptaland. Kappingin endar við finalu sunnudagin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder