Annað

HM í dart: Ónøgd við dagin í gjár

Kvinnurnar spældu liðkapping og menninir einstaklingakapping – ongin dystur varð vunnin.

Spenningur í luftini, tá kvinnurnar spældu móti Rumenia (Myndir: Dartsamband Føroya)

Spenningur í luftini, tá kvinnurnar spældu móti Rumenia (Myndir: Dartsamband Føroya)

2025-09-25 06:57 Author image
Innsent
placeholder

Annar dagurin í HM-kappingini í Suðurkorea byrjaði við liðkappingini hjá kvinnum. Tey 36 londini í kvinnukappingini vóru býtt í átta bólkar. Føroyar vóru í bólki við Svøríki, Sveis, Fraklandi og Rumenia.

Svensku kvinnurnar vóru hægst styrkismettar í bólkinum, so har vóru ikki nógvar vónir til at fáa nakað burturúr, og føroyska liðið hevði eisini ringar royndir við Sveis frá HM-kappingini í 2023.

Fronsku kvinnurnar kendu føroysku leikararnir einki til, meðan rumenska liðið, vistu leikararnir, vóru á nøkunlunda sama støði sum Føroyar. Vónirnar at koma víðari úr bólkinum vóru ikki stórar, men málið var at fáa minst ein sigur.

Dagurin byrjaði illa hjá føroyska liðnum. Fyrsti dysturin var móti Sveis og Føroyar taptu 9-0. Tølini lúgva eitt sindur, tí føroysku kvinnur vóru væl við í nógvum av settunum, men einki bar til, tá settini skuldu lukkast. Nervar spældu allarhelst ein leiklut, og føroysku kvinnurnar eru heldur ikki so vanar við at spæla liðdystir, sum menninir eru.

Annar dysturin hjá Føroyum var móti Fraklandi. Føroyar komu á odda 2-0 við góðum spæli hjá Jónu Miðalberg og Beintu Joensen. Frakland vann síðan fimm sett á rað og kom upp á 5-2. Spenningur kom í aftur dystin, tá Annika Joensen og Kristbjørg V. Reinert fingu minkað til 5-4. Men so kom vend í aftur og Frakland tók næstu fýra settini og vann dystin 9-4.

Triði dysturin var móti Rumenia og hann gjørdist júst so javnur, sum roknað var við. Tey flestu settini vóru tøtt, men Rumenia legði seg á odda 6-2. Føroysku kvinnurnar minkaðu tó skjótt til 6-4 og løtu seinni var javnleikur 7-7. Men so vóru føroysku kvinnurnar akkurát ov stuttar í seinastu settunum og Rumenia vann 9-7.

Í síðsta dystinum móti Svøríki vóru vónirnnar lítlar og Svøríki vann eisini dystin greitt 9-2.

[object Object]Allan við Rætt í dysti

Einmansleikur hjá monnum

Teirr fýra føroysku menninir skuldu royna seg í einmansleiki. 184 leikarar vóru við. Kappingin var skipað sum cup-kapping.

Petur Thomsen var tann fyrsti at royna seg. Hetta var móti Vegar Elvevoll úr Noreg, sum føroysku leikararnir kendu væl frammanundan. Vegar spældi sera væl tey bæði fyrstu settini og kom eisini á fram um 2-0. Triðja settið var púra javnt, men Petur rakti ikki doublarnar og so var 3-0 til Vegar. Men so vendi dysturin og Petur tók yvir og vann fjóðra sett. Petur var eisini langt frammanfyri í fimta setti, men aftur her kostaðu misnýttir doublar, og so fór Vegar avstað við sigrinum 4-1.

Jan Macintosh møtti Daniele Petri úr Italia. Jan byrjaði dystin sera væl og lukkaði fyrsta sett við einans 13 pílum. Men Petri smæddist ikki burtur og javnaði tvið 14 pílum. Í triðja setti førdi Petri stórt, men Jan fór avstað við settinum. Í fjórða setti var øvugt, Jan førdi stórt, men kiksaði fimm pílar eftir double 16 og so var 2-2. Nú fekk Petri mentala yvirtakið og vann yvirbevísandi næstu tvey settini og so var Jan útsligin.

Allan við Rætt skuldi royna seg móti Ethan Pulham frá Gibraltar. Hetta gjørdist ein sera javnur dystur. Allan kom framm um 2-1, og hevði fimm pílar til at leggja seg á odda 3-1, men Pulham javnaði til 2-2. Tað gjørdist eisini 3-3 í sera jøvnum settum. Sjeynda settið var akkurát líka javnt sum hini. Men Pulham kastaði fyrst, og kom eisini fyrst á lukking og tók av beinanvegin, so Pulham vann dystin 4-3.

Jan Erik Fjallstein var síðsti maður at royna seg í gjár. Mótstøðumaðurin var Lindsay Haji-Ali úr Avstralia. Avstralia hevur nógvar góðar dartspælarar, men júst hesin var rættuliga ókendur. Jan Erik kom á odda 1-0, men so kom verulig gongd á hjá Lindsay, og hann hevði munin næstu trý settini uttan at Jan Erik ordiliga kláraði at hótta hann. Í 5. setti hevði Jan Erik tríggjar pílar til at fara avstað við settinum, men í dart eru tað millimetrar sum gera, um tú tapir ella vinnur. Jan Erik lukkaði ikki og Lindsay lukkaði beinanvegin og so fór hann avstað við sigrunum 4-1.

Hvørki menninir ella kvinnurnar vóru serliga væl nøgd við dagin, men ídag eru aftur fleiri dystir á skránni. Tá skulu menninir royna seg í tvímansleiki, meðan kvinnurnar skulu spæla einmansleik.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder