
- Eg haldi at allar gleða seg sera nógv til HM, og síggja positivt uppá okkara møguleikar.
Hetta er tað fyrsta, sum Elsa Egholm staðfestir, tá vit spyrja hana, hvussu hon sær uppá lutakastið í kvøld og HM sum heild.
Hóast Føroyar stóðu seg væl til EM-endaspælið í Sveis, so heldur 21-ára gamla hoyvíkskvinnan, at nógv er at læra og betra:
- Vit vóru til EM endaspæl í november og desember í fjør, Hóast avrikið var gott, so kunnu vit taka nógva læring frá hesum endaspælinum, og vónandi betra okkum á ymsum parametrum til HM. Vit stóðu okkum væl til kvalifikatiónsdystirnar, her serliga fyrsti dystur var góður, og eru tí endaðar í potti 3 av 4, og kunnu tí gott fáa eitt gott lutakast.
Júst tað, at Føroyar eru í styrkisbólki trý gevur fínar møguleikar, tí til HM koma trý av fýra liðnum víðari til meginumfarið.
Elsa Egholm er nýklæktur FM-vinnari við H71 og fer eftir summarfrítíðina at spæla við Ajax í Danmar. Bakspælarin, við nøkrum árum á baki á A-landsliðnum, og hinar hava ikki so nógv beinleiðis ynski til í kvøld.
- Vit hava ikki snakkað so nógv millum okkum allar um ynskibólkar ella marrubólkar, men sjálvandi eru tað lið í øllum pottum, ið man heldur vil møta enn øðrum. Í potti 1 eru øll tey sterku liðini, sum altíð kappast um ovastu plássini til endaspøl, meðan í potti 4 eru fleiri lond, sum man ikki kennir so væl til. Tað eru sjálvandi møguleikar í øllum liðum, og eg gleði meg til seinni at fáa at vita, hvørji lið vit trekkja, sigur hon.
Lutakastið um bólkabýtið til HM-endaspælið í vetur verður klokkan 17 føroyska tíð. Tað kann stroymast her.
--
Sí videoprát: Egholm-systrarnar elska at spæla saman
- Eg veit at eg fái bóltin ofta og væl frá Elsu, og tað er so deiligt at hava hana undir liðuni, sigur Karin Egholm. - Eg má onkuntíð halda eitt sindur skil á Karin, tí hon er rokalig, sigur eldra systurin.
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald